HS menn 4:01.88 og stórt føroyskt met í 4×100 blandað

Eitt harralið hjá Havnar Svimjifelag megnaði í dag at betra um føroyska metið í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 4:01.88, har metið hjá HS frá 2018 var 4:11.85. Ein betring á 9,97 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify

Teir sum svumu fyri HS í dag, vóru Óli Mikkelsen (2008) 1:04.98 í 100 rygg, Bartal E. Eidesgaard (2003) 1:05.67 í 100 bringu, Áki Eliassen (2006) 59.14 í 100 firvald og Isak Brisenfeldt (2006) 52.09 í 100 frí. Teir sum svum í 2018, vóru Óli Mortensen (1996), Alvi Hjelm (1996), Niels Nattestad (1998) og Bartal Eidesgaard (2003).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.