Rætting: Stevnan var á stuttgeil, tí ikki bestu tíðir hjá Líggjasi
Tey bæði Líggjas og Jonna Joensen luttøku fríggjadagin og í gjár á AS Klubmesterskab hjá Aalborg Svømmeklub, og megnaðu har at vinna heiðursmerki. Sí úrslitalistarnar her á Swimify

Rætting: Stevnan var á stuttgeil, tí ikki bestu tíðir hjá Líggjasi
Tey bæði Líggjas og Jonna Joensen luttøku fríggjadagin og í gjár á AS Klubmesterskab hjá Aalborg Svømmeklub, og megnaðu har at vinna heiðursmerki. Sí úrslitalistarnar her á Swimify
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Swim Open Tórshavn 2025 sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú hin 24. til 26. apríl 2025. Hetta var stevna síðst í kravtíðarskeiðnum til SMÍ, NMU, EJM, EM U23 og HM 2025. Sí eisini Swimify
Eitt harralið hjá Havnar Svimjifelag megnaði í dag at betra um føroyska metið í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 4:01.88, har metið hjá HS frá 2018 var 4:11.85. Ein betring á 9,97 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti í kvøld stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svam seg til úrslitið 1:12.20. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:12.48, frá Danish Open fyrr í apríl. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svam seg til úrslitið 33.11 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið á 33.29, frá Danish Open fyrr í apríl. Sí úrslitalistan her á Swimify
Ætlanin er at stroyma frá Swim Open Tórshavn, á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya. Sí eisini úrslitini so hvørt á Swimify
Í morgun byrjar stóra svimjistevnan Swim Open Tórshavn 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, her at enda í kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnur í summar. Sí luttakaralistan eisini her á Swimify
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Lukas Märtens úr Týsklandi setti fyri løtu síðani heimsmet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm svam seg til úrslitið 3:39.96. Paul Biedermann úr Týsklandi átti heimsmetið á 3:40.07, frá á HM í Róm í 2009. Sí úrslitalistan her á Swimify
Havnar Svimjifelag skipar í dag fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir síggjar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.