Oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027

Á Guernsey í summar, varð avgjørt, at Oyggjaleikirnir 2031 skuldu vera í Føroyum. Leikirnir í 2027 skuldu eftir ætlan vera á Ynys Môn, men av serligum orsøkum hevur Ynys Môn trekt seg.

puffin
Photo by Tomáš Malík on Pexels.com

Føroyar hava tískil fingið í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027. ÍSF hevur tikið av møguleikanum.

Continue reading Oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027

EM 2024 verður í Beograd í juni

Hetta váttar evropeiska svimjisambandið í dag her á heimasíðu síni. Sjálv svimjistevnan verður hin 17. til 23. juni, og er havsvimjing og synkronsvimjing so áðrenn hetta, umframt EM fyri masters aftaná. Serbiskar keldur vilja vera við, at kappast verður í einum monteraðum hyl nær Tašmajdan, ið sum kunnugt var hylurin har Pál í 2008 vann 3 gull á evropeisku meistarastevnuni fyri juniorar.

birds eye view of the saint sava temple
Photo by Lazar Krstić on Pexels.com

Góður triði morgun á NM/NJM 2023

Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading Góður triði morgun á NM/NJM 2023