Dreingirnir 7:38.99 og stórt nýtt føroyskt junior-landsliðsmet í 4×200 frí

Teir fýra Isak Brisenfeld (2006) HS, Líggjas Joensen (2008) Ægir, Heini M. Askham (2006) Ægir og Fróði Hansen (2008) HS settu flott nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið teir í finaluni á NJM 2023 í Tartu, Estlandi svumu seg til samlaða úrslitið 7:38.99. Sí úrslistalistan her

Continue reading Dreingirnir 7:38.99 og stórt nýtt føroyskt junior-landsliðsmet í 4×200 frí

Isak bara 3 hundraðpartar frá bronsu á NJM 2023

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag var bara tríggjar hundrapartar frá bronsuni á NJM 2023 í Tartu í Estlandi, tá ið hann í finaluni svam seg til úrslitið 55.29, har bronsan fór til Martynas Bernotas úr Litava við 55.26. Hetta var stórt nýtt persónligt met hjá Isaki, í mun til 56.62 frá Atlantic Open í vár, og er hann nú hin næstskjótasti føroyingurin nakrantíð í hesari grein. Sí úrslitalistan her

Bartal 1:02.19 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á NM 2023 svam seg til úrslitið 1:02.19. Sí úrslitalistan her

Continue reading Bartal 1:02.19 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var bara tríggjar hundraðpartar frá bronsuni í 100 firvald, og dreingirnir settu junior-landsliðsmet í 4×200 frí.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023 í Tartu. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Liðið framkomið til Estlands

Tað var egentliga í gjár, og hava tey so havt dagin í dag til at royna hylin osfr. Í morgin ári byrjar kappingin. Við í hópinum er eisini umboð fyri Parasport Føroyar.

Tey byrja at kappast kl 09:30 í morgin ári, Tartu-tíð, sum er kl 07:30 her í Føroyum

Landsliðið hjá SSF og Parasport Føroyar í Tartu. Rúna Jakobsen eigur myndina

Bjarta besta avrik á Køge Open 2023

Tað gekk væl eisini hjá suðuroyingum í dag – Bjarta í Lágabø (2009) og Jórun Winther (2011) vunnu heiðursmerki, og Bjarta vann hartil heiðurin fyri besta avrik mált í FINA-stigum.

Continue reading Bjarta besta avrik á Køge Open 2023