Heiðursmerki til HS bæði morgun og kvøld á Køge Open 2023

Tey hildu áfram at vinna heiðursmerki í dag, eisini hjá Havnar Svimjifelag. Serliga Jóhannis í Stórustovu hevur havt eina góða stevnu – men tey heilsa úr Danmark, at allir HS-svimjararnir hava betrað seg

Continue reading Heiðursmerki til HS bæði morgun og kvøld á Køge Open 2023

Lea gull eisini í 100 bringu á Køge Open 2023

Í kvøld megnaði Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir at vinna gull eisini í 100 metra bringusvimjing á Køge Open 2023, afturat gullheiðursmerkinum í 200 bringu í gjár. Hetta var í aldursbólkinum 16 ár og eldri, har Lea svam 1:12.22, ið er so skjótt sum bara hon og Ásbjørg Hjelm nakrantíð hava svomið, av føroyskum kvinnum.

5 gull til SuSvim í Køge í kvøld

Tær báðar Bjarta í Lágabø og Jórun Winther vinda burtur úr hinum í sínum aldursbólkum á Køge Open 2023, fyrst í teimum kappingum sum verða avgreiddar í leypi av innleiðandi riðlunum í Køge og Herfølge, og síðani aftur í finaluriðlunum í Køge. Einar 5 gull og 1 bronsu varð tað til, nú í kvøld.

Continue reading 5 gull til SuSvim í Køge í kvøld

Gull og bronsur til HS bæði í Herfølge og í Køge

Tað gongur sera væl hjá eisini teimum ungu svimjarunum úr Havnar Svimjifelag, nú á Køge Open 2023, har nógv heiðursmerki vórðu vunnin fyrst í Herfølge í morgun, og síðani í Køge Svømmehal í kvøld.

Continue reading Gull og bronsur til HS bæði í Herfølge og í Køge

Raskir suðuroyingar í Herfølge í morgun

Her eru nakrar myndir frá Sólrun Winther í Suðuroyar Svimjifelag, frá heiðursmerkjahandanum í svimjihøllini í Herfølge í morgun. Tað var kapping fyri tey yngru á Køge Open 2023, umframt at har vóru innleiðandi riðlar eisini til finalukvøldið í Køge Svømmehal í kvøld.

Continue reading Raskir suðuroyingar í Herfølge í morgun

Lea gull í 200 bringu á Køge Open 2023

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir vann í morgun gull á Køge Open 2023, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:43.37. Hetta var í aldursbólkinum 16 ár og eldri. Nakað áðrenn svam hon seg víðari til finaluna í 50 metra bringusvimjing í kvøld, við fjórbestu tíð 35.10.

Continue reading Lea gull í 200 bringu á Køge Open 2023

Bjarta 2 gull 1. kvøld á Køge Open 2023

Tað gekk bara heilt væl hjá Bjartu í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, nú tey avgreiddu fyrstu kappingar á Køge Open 2023. Hon luttók 3 ferðir og vann gull 2 ferðir, umframt at hon í triðju kappingini svam seg víðari til finalu við bestu tíð av øllum í hennara aldursbólki

Continue reading Bjarta 2 gull 1. kvøld á Køge Open 2023

Úrslit frá ABMS Sprint 2023

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november 2023.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá ABMS Sprint 2023