Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

So fór hesin fyrsti kappingardagurin afturum, á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans 6 heiðursmerki varð tað til – 1 gull, 2 silvur og 3 bronsur – umframt at Isak Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.

Continue reading Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

Góður fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2023

Tey hava nú avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans eiga vit 12 pláss í finalunum í kvøld:

Finalurnar byrja kl 18:00 í kvøld, Guernsey og føroyska tíð, við fínari ókeypis stroyming her á boxcast.tv

Føroysk úrslit á NMU 2023

So er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 liðugt avgreitt, sum var í Jönköping í Svøríki. Tað gekk væl hjá okkara svimjarum – Bjarta setti tvey persónlig met og Róa fýra, og hartil svam Róa seg til silvurnál við stjørnu, umframt at hon endaði beint uttanfyri heiðursmerkini í 400 frí.

Føroyski NMU-hópurin í Jönköping. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading Føroysk úrslit á NMU 2023

Oddvaldur bronsu í Slovenia

Oddvaldur Leivsson (2008) úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á svimjistevnuni “MM Telekom Slovenije 2023” í Radovljica í Slovenia, tá ið hann í finalu í 100 metra ryggsvimjing svam 1:07.78 og triðskjótast av øllum dreingum 16 ár og yngri. Sí úrslitalistan her

Oddvaldur bronsu í 100 rygg í Slovenia. Finnbjørg Nattestad eigur myndina

HS-svimjarar víðari til finalur í Slovenia

Nú tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á MM Telekom Slovenije 2023, eru tríggir føroyskir svimjarar víðari til finalur í kvøld

Føroysku úrslitini síggjast øll her á Swimify. Gevið gætur at 400 blandað, 800 frí og 1500 frí ikki er liðugt avgreitt enn – har bíða 8 tey skjótastu til besta riðil í kvøld.

Image courtesy of Doremo / Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0