Tey avgreiddu fyrsta stevnupart á Reykjavík International Games 2025 í dag, og vunnu føroyingar har heiðursmerki, umframt at svimja seg víðari til finalur. Sí úrslitini her
Continue reading Góð úrslit longu fyrsta kvøld á RIG 2025Author: admin
Jonna og Líggjas til Skagerrak Swim 2025
Hetta vikuskiftið skipar Kristiansand Svømmeallianse fyri Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand har suðuri í Noregi, við luttøku av eisini Jonnu og Líggjasi Joensen úr Aalborg Svømmeklub (og Ægir). Startlistar og úrslit síggjast her á medley.no
Continue reading Jonna og Líggjas til Skagerrak Swim 2025Ein rúgva av føroyskum svimjarum til RIG 2025
Reykjavík International verður nú fríggjadag 24. til sunnudag 26. januar 2025, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.
Continue reading Ein rúgva av føroyskum svimjarum til RIG 2025Líggjas tilnevndur til Ítróttastjørnuskotið 2024
Hygga nú vit – Líggjas Joensen tilnevndur til heiðurin sum Ítróttastjørnuskotið 2024, hjá Ítróttasambandi Føroya.
Lesið her á heimasíðu ÍSF:
Continue reading Líggjas tilnevndur til Ítróttastjørnuskotið 2024Elisabeth 25.37 í 50 yard rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) kappaðist í vikuskiftinum í Atlanta, og megnaði har at seta persónligt met, tá ið hon hon í 50 yard ryggsvimjing svam seg til úrslitið 25.37. Eisini varð hon nr 2 í 200 yard ryggsvimjing. Sí hennara úrslit her á Swimcloud
25.37 í 50 yard rygg er umroknað 28.12 í 50m rygg á stuttgeil, við hesum umroknara. Føroyska metið hjá Elisabeth er 28.49 í 50m rygg á stuttgeil, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.
Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025
Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, hósdagin hin 20. mars 2025 frá kl 17:30.
Sí innkallingina á heimasíðu SSF: SSF-adalfundur-2025-innkalling.pdf
Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Innbjóðing til Kvívíks-stevnu 18. januar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Hellufossur skipar fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Úrslit frá SuSvim Open 11. og 12. januar 2025
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify
Update – her er úrslitalistin, nú aftaná at stevnan er liðugt avgreidd