HS á stevnu í Slovenia 8. – 9. juli 2023

Hetta vikuskiftið luttaka 9 ungir svimjarar úr Havnar Svimjifelag á svimjistevnuni MM Telekom Slovenije 2023 í Radovljica í Slovenia. Luttøkan hjá teimum sæst her á Swimify, har eisini startlistar og úrslit síggjast her.

Úrslitini hjá HS-svimjarunum fara at kunna síggjast her á Swimify, so hvørt sum tey avgreiða hetta ymiska.

Image courtesy of Doremo / Wikimedia Commons, CC BY-SA 4.0

Stroyming og úrslit frá NMU 2023

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 er í Jönköping í Svøríki, nú leygardagin 8. juli og sunnudagin 9. juli 2023, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Sviar stroyma her á livetiming.se, har úrslitini eisini síggjast beinleiðis her og listaði her, umframt her á Swimfy.

Continue reading Stroyming og úrslit frá NMU 2023

OK útlit til heiðursmerki á Oyggjaleikum 2023

Nú er tað longu í morgin, at Atlantic flýgur til Guernsey við føroyska oyggjaleikahópinum. Úrslitasíðan er klár á results.guernsey2023.gg, sum m.a. vísir hvørji ið luttaka í hesum ymiska á Oyggjaleikum 2023; og ein fyribils startlisti bendir á, at vit kanska vinna okkurt heiðursmerki eisini, hóast ættarliðsskifti.

Continue reading OK útlit til heiðursmerki á Oyggjaleikum 2023

Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023

Her er stroyming frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023.

  • Frí 16/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
  • Ley 17/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
  • Sun 18/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 08:30, FM-finalur frá kl 14:00

Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify og her á LiveTiming

Continue reading Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023

So er tað FM/JM á langgeil 2023

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.

Startlistar síggjast her á Swimify og her á LiveTiming, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður.

Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF

Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023

Nú eru tey liðug við sjálvari svimjistevnuni Sumarmót SSÍ 2023, og gekk tað avbera væl hjá ungu føroysku svimjarunum. Øll 15 betraðu seg í minst einari grein í part, og vunnu vit hartil 2 silvur og 4 bronsur.

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023