Lea 34.01 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 34.31, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan á Swimify

Lea føroyskt met í 50 bringu á Danish Open 2023
Rúni Gaardbo eigur myndina

Rumbul í Avstralia vegna forboð um at vera nakin undir brúsu ella í skiftirúmi

Eitt avstralskt lívbjargingar-svimjifelag hevur skapt eina ávísa øsing, tí at tey hava sett forboð um at vera nakin í teirra brúsu- og skiftirúmum. Orsøkin til hesa reglu, siga fyriskipararnir vera, at verja børnini. Lesið t.d. CNN

Hendan søgan er frá 30. mars, so tað burdi ikki verið ein aprílsøga

Summer McIntosh 4:25.87 og nýtt heimsmet í 400 blandað

16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár nýtt heimsmet (og juniorheimsmet) í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM svam seg til úrslitið 4:25.87. Ungarska Katinka Hosszu átti nú farna heimsmetið á 4:26.36, frá tá ið hon vann gull á OL í Rio í 2016.

https://youtu.be/WZ0NZl4R6_4
Continue reading Summer McIntosh 4:25.87 og nýtt heimsmet í 400 blandað