Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2022

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 11. til 13. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á tempus.fo og her á SwimRankings.net

Continue reading Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2022

Úttøka til ungdómslandsliðslegu 18. og 19. november 2022

Fylgjandi svimjarar eru úttiknir til venjingarlegu hjá ungdómslandsliðnum, sum verður í Fuglafirði hin 18. november og á Toftum hin 19. november 2022:

  • úr FS: Sirið Vesturtún (2011), Fróði Hansen (2008)
  • úr HS: Oddvaldur Leivsson (2008), Ólavur Winther Jákupsson (2008), Óli Mikkelsen (2008), Silas Dam Lindberg (2008), Símun Sámal Joensen (2009)
  • úr SuSvim: Jórun Winther (2011), Emma Debes (2010), Sissal Rógvadóttir (2010), Talita Johannesen (2010), Silja Bech (2008)
  • úr Ægir: Lea Petersen (2009), Durita M. Askham (2008), Ragnhild Jacobsen (2008)

Úttøka til landsliðslegu 18. til 20. november 2022

Landsliðsvenjarin hevur úttikið fylgjandi svimjarar til landsliðslegu í Klaksvík hin 18. til 20. november 2022:

  • úr FS: Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Bárður Ólavsson (2008)
  • úr HS: Eyðrið Mortensen (2003), Vár E. Eidesgaard (2001), Isak Brisenfeldt (2006), Villiam Marius Samuelsen (2005), Bartal E. Eidesgaard (2003)
  • úr SuSvim: Bjarta í Lágabø (2009), Alisa Vestergård (2003), Bartal Debess (2002), Róland Toftum (1998), Jón Hofgaard (1992)
  • úr Ægir: Lea Osberg Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008), Jonna Joensen (2005), Líggjas Joensen (2008), Heini M. Askham (2006)

Úttøka til NM og NJM 2022

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld avgjørt at taka út allar teir svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2022, sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð:

Til NM

  • úr HS: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Eyðrið Mortensen (2003), Vár E. Eidesgaard (2001), Bartal E. Eidesgaard (2003)
  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Róland Toftum (1998)

Til NJM

  • úr FS: Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Bárður Ólavsson (2008)
  • úr HS: Isak Brisenfeldt (2006)
  • úr SuSvim: Bjarta í Lágabø (2009)
  • úr Ægir: Lea Osberg Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008), Líggjas Joensen (2008), Heini M. Askham (2006)

NM/NJM 2022 verður í Bergen í Noregi frá 9. til 12. desember 2022

HS 3 mix met 3 dagar á rað

Havnar Svimjifelag hevur hesar síðstu tríggjar dagarnar megnað at betra um føroysku metini í øllum teimum ‘mix’-liðsvimjingum sum kappast vórðu um á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, við somu fýra svimjarum.

Nýggju metini eru:

  • 1:42.33 í 4×50 frí mix, metið var HS 1:43.41 frá FMS 2021
  • 4:05.36 í 4×100 blandað mix, metið var HS 4:13.09 frá FMS 2021
  • 3:45.58 í 4×100 frí mix, metið var HS 3:50.92 frá FMS 2021

Tey fýra sum svumu fyri Havnar Svimjifelag, vóru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003) og Isak Brisenfeldt (2006). Í ymiskari raðfylgju, alt eftir hvat ið lá best fyri.

Vár 4:14.09 og føroyskt met í 400 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001, Havnar Svimjifelag) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022 svam seg til 4:14.09 og 780 FINA stig í hesi grein. Hon átti sjálv tað nú farna metið á 4:14.59, frá tá ið hon vann silvur á Norðurlendsk Meistarastevnuni í Tórshavn í 2019. Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard føroyskt met í 400 frí
Erling Eidesgaard eigur myndina

Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2022

Luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á stuttgeil 2022 síggjast nú her á livetiming.se. Tilsamans eru tey 31 kvinnuligir og 36 mannligir svimjarar sum fara at kappast á hesum meistarastevnum, í Svimjihøllini í Gundadali nú í vikuskiftinum, hin 11. til 13. november 2022.