FM/JM á stuttgeil 2022 góðkend sum úttøkustevna til HM á stuttgeil 2022

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í nátt váttað yvirfyri Svimjisambandi Føroya, at FøroyaMeistarastevnan/JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2022 er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022. Harvið kunnu tíðir haðani brúkast sum tilmeldingartíðir til HM á stuttgeil 2022.

Continue reading FM/JM á stuttgeil 2022 góðkend sum úttøkustevna til HM á stuttgeil 2022

Startlisti til SuSvim-stevnuna á Tvøroyri 29. oktober 2022

Her er kappingarskráin til svimjistevnuna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 29. oktober 2022.

Skriv til forfólk SSF hin 24. oktober 2022

Góðu tit øll,

Vegna grovu atfinningarnar inn á mín persón, sum Dimmalætting sigur seg hava frá føroyskum svimjifeløgum, havi eg valt at biðja hini í starvsnevnd SSF um at loysa meg frá uppgávuni sum kappingarleiðari á FM og JM á stuttgeil 2022.

Eg havi heitt á hini í starvsnevnd SSF um at fáa kannað hesar atfinningar, umframt at eg, vegna ásettu kærufreist á tveir dagar, havi valt at eisini formliga kæra hendan tilburð til starvsnevnd SSF, við tilvísing til reglur SSF og ÍSF.

Continue reading Skriv til forfólk SSF hin 24. oktober 2022