Altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

So er hann her, altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2022. Tunlarnir eru longu farnir í blátt, og aðrir bygningar fara væntandi at lýsa blátt í kvøld. Svimjisambandið hevur bás í SMS, har eisini umboð fyri Betri eru í dag.

Fylgið við serliga á Facebook-síðuni hjá SSF og vitjið druknifyribyrging.fo

Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli

Hesa komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli. Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at lýsa upp bygningar og tunlar runt landið.

Continue reading Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli

Doha 2024 verður avgerandi OL-úttøkustevna hjá liðum til París 2024

Ein heldur kontroversiell detalja í úttøkutreytunum hjá altjóða svimjisambandinum FINA til Olympisku Leikir í París í 2024, er at einans heiðursmerkjavinnandi liðsvimjingar (stafettir) kunnu tryggja sær OL-úttøku longu á HM í Fukuoka í juli 2023, meðan restin síðani skulu kappast um tað aftur á HM í Doha í februar 2024.

sea city water skyline
Photo by Goran Dojčinović on Pexels.com
Continue reading Doha 2024 verður avgerandi OL-úttøkustevna hjá liðum til París 2024

FINA kunngjørt úttøkuskipanina til OL 2024 í París

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt úttøkuskipanina til Olympisku Leikir í París í 2024, tvs. krøvini sum sjálvir fyriskipararnir áseta. Hartil koma væl møguligt harðari krøv frá dønum, nú vit føroyingar ikki enn hava okkara egna limaskap í IOC. Sí FINA

FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika at síðani víðariútbúgva seg til venjara og høvuðsvenjara.

FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022
Continue reading FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

FINA kunngjørt at HM verður í Doha í februar 2024

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag dagfestingina av 21. heimsmeistarastevnu í svimjing (á langgeil), at verða í Doha í Katar hin 2. til 18. februar 2024. Hartil er enn lagt upp til, at HM (á langgeil) verður fýra ár á rað – í Budapest í 2022, Fukuoka í 2023, Katar í 2024 og (enn) Kasan í Russlandi í 2025.

Næstu stevnupartur á NMU 2022

Seinnapartin avgreiddu tey næsta part av trimum á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2022, í Tallinn í Estlandi. Føroyingarnir halda áfram at svimja heilt ókey væl, har øll nú hava svomið upp í móti ella betri enn í øllum førum onkra av sínum bestu tíðum. Sí úrslitini her

Continue reading Næstu stevnupartur á NMU 2022