Føroyska EJM-luttøkan órógvað av korona

Føroyska luttøkan varð tíverri sera stutt á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2022, sum er í Bucharest í Rumenia. Elisabeth Erlendsdóttir luttók gott nokk í 50 rygg, týsdagin, men svam ikki upp til sítt besta, og føldi seg tá heldur ikki væl. Mikudagin varð staðfest at hon var positiv við koronu, og varð EJM so liðugt fyri hennara viðkomandi.

Elisabeth og Panos á EJM í Rumenia
Continue reading Føroyska EJM-luttøkan órógvað av korona

So er tað EJM 2022

Í morgin byrjar Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2022, við luttøku av eisini einum føroyskum svimjara. Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag er klár har í Bucharest, og skal nú fyrsta stevnudagin royna seg í 50 rygg

Elisabeth og Panos í Bucharest. Hjørdis Mortensen eigur myndina

Eitt hendingaríkt HM

Hóast vit ikki eru komin nógv meira enn í helvt við hesari heimsmeistarastevnuni í Budapest, so hava tað longu verið sera nógvar serligar hendingar, sum tola at verða tiknar framum.

Eg havi sjálvur verið sera upptikin av øll hinum sum vit skuldu, í sambandi við kapping og aðalfund og verkstovu og øðrum – men nú eigi eg eina løtu, og fari tí at samla eitt sindur saman …

Continue reading Eitt hendingaríkt HM

Avgerð takast um svimjihøll í Runavík fyri 165 milliónir

– Síðani 1. januar í 2016, tá ið ein hálv millión var sett av til svimjihøllina, hevur arbeiðið verið í gongd, og nú er tað komið so mikið langt, at ein avgerð skal takast, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Lesið og lurtið her á KVF.fo