Ariarne Titmus 3:56.40 og nýtt heimsmet í 400 frí

Avstralska Ariarne Titmus setti í dag nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing fyri kvinnur, tá ið hon á avstralsku meistarastevnuni á langgeil svam 3:56.40. Amerikanska Katie Ledecky átti heimsmetið á 3:56.46, frá OL í Rio í 2016.

“It’s kind of nice now that I am not going to be asked when I am going to break the world record,” Titmus said. “I am the happiest I have ever been outside of swimming, I am the happiest I have ever been in my life in swimming. It’s definitely showing in the pool.”

Kelda: CBC

Eingin føroysk luttøka á EYOF 2022

Á aðalfundinum hjá ÍSF í gjár varð endaliga staðfest, at eingin føroysk luttøka verður á European Youth Olympic Festival 2022, sum annars verður í Banská Bystrica í Slovakia hin 24. til 30. juli 2022.

Banská Bystrica, Image courtesy of Milan Bališin / Wikimedia, CC BY-SA 4.0
Continue reading Eingin føroysk luttøka á EYOF 2022

HM á stuttgeil 2022 verður í Melbourne í Avstralia í desember

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi nú fríggjadagin, at HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil 2022 nú verður í Melbourne í Avstralia hin 13. til 18. desember 2022. Hetta HM skuldi upprunaliga hava verið í Kazan í Russlandi hin 17. til 22. desember 2022, men er tikið frá russum vegna innrásina í Ukraina. Sí fina.org

aerial shot of city
Photo by Tiff Ng on Pexels.com