Næsta umfar av finalum var í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Sí yvirlitið her

Continue reading Føroysk úrslit næsta kvøld á Danish Open 2023
Næsta umfar av finalum var í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Sí yvirlitið her
Continue reading Føroysk úrslit næsta kvøld á Danish Open 2023
Eitt avstralskt lívbjargingar-svimjifelag hevur skapt eina ávísa øsing, tí at tey hava sett forboð um at vera nakin í teirra brúsu- og skiftirúmum. Orsøkin til hesa reglu, siga fyriskipararnir vera, at verja børnini. Lesið t.d. CNN
Hendan søgan er frá 30. mars, so tað burdi ikki verið ein aprílsøga
Føroyingar hava roynt seg aftur í morgun á Danish Open 2023, og varð tað til eini trý finalupláss, umframt eini fýra persónlig met.
16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár nýtt heimsmet (og juniorheimsmet) í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM svam seg til úrslitið 4:25.87. Ungarska Katinka Hosszu átti nú farna heimsmetið á 4:26.36, frá tá ið hon vann gull á OL í Rio í 2016.
Fyrstu finalur vóru í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk ókey – Elisabeth og Eyðrið svumu niður ímóti tíðunum frá í morgun, og Jóhanna setti persónligt met
So er Danish Open 2023 byrjað, við luttøku av eisini 13 føroyskum svimjarum. Nøkur finalupláss er tað blivið til, og eisini persónlig met; men kappingin er sum væntað rættiliga hørð.
Í morgin ári byrjar Danish Open 2023, við innleiðandi frá kl 09:30 danska tíð, sum er frá kl 08:30 her í Føroyum. Til ber at síggja stevnupartarnar beinleiðis her á YouTube, umframt at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk umframt her á Swimify
Nú 100 dagar eru til Oyggjaleikir 2023 byrja, hava fyriskipararnir kunngjørt skránna fyri leikirnar, her á guernsey2023.gg. Svimjistevnan verður sum vant í fýra dagar, frá mánadegi 10. juli til hósdag 13. juli.
16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM 2023 svam seg til úrslitið 3:56.08, har avstralska Ariarne Titmus átti heimsmetið á 3:56.40.
It’s her first world record — she holds many world junior and national records.
McIntosh was overrun with emotion after the race as she looked up at her parents cheering in the stands.
The normally composed and reserved teen broke down in tears.
“I’m not a crier,” she told CBC Sports after the race.
“It’s absolutely incredible. I’m not an emotional person. But I was hit with so much emotion. Pure euphoria right now. I’m just so grateful for everyone who got me to this point.”
Sí MSN
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur hin 24. mars 2023 sent út rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í fólkaskúlum, frískúlum, serskúlum og eftirskúlum, ið millum annað ásetur: