Altjóða svimjisambandið World Aquatics kunnger nú at HM 2025 verður í Singapore, heldur enn í Kazan í Russlandi. Yvir 2500 íðkarar væntast at luttaka á hesum HM, í teimum seks ítróttunum sum hoyra undir World Aquatics.
Author: admin
Elisabeth Erlendsdóttir til Southern Zone South Sectionals í Florida
Hetta vikuskiftið verður meistarastevnan Southern Zone South Sectionals í Orlando í Florida, har eisini føroyska Elisabeth Erlendsdóttir fer at luttaka. Hetta er stevna á langgeil, frá 9. til 12. februar, ið verður stroymd á iswim.tv

Úrslit frá FLOT-stevnuni 4. februar 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum á Toftum, nú leygardagin hin 4. februar 2023.
Continue reading Úrslit frá FLOT-stevnuni 4. februar 2023Klokkutíðir til FLOT-stevnuna 4. februar 2023
Hey øll somul
Her eru endaligu klokkutíðirnar til FLOT-stevnuna 2023
- Bólkur 1 byrjar upphiting kl. 12:15 og kapping kl. 12:45
- Bólkur 2 byrjar upphiting kl. 13:30 og kapping kl. 14:00
- Bólkur 3 byrjar upphiting kl. 16:30 og kapping kl. 17:00
Hjálparfólkafundir byrja tá upphitingin byrjar.
Legg til merkis!
174 svimjarar hava meldað til stevnuna og eru klokkutíðirnar tí broyttar fyri bólk 3.
Vinarliga kanna um rættingar eru.
Við svimjikvøðu
Svimjifelagið FLOT

Úttøkuskipan til NMU 2023 í Svøríki
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, ið sum skilst verður í Jönköping í Svøríki hin 8. og 9. juli 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Úttøkuskipan til EJM 2023 í Beograd
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Evropeisku JuniorMeistarastevnu, sum verður í Beograd í Serbia frá 4. til 9. juli 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Úttøkuskipan til Danish Open 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Danish Open, sum verður í Brønshøj í Danmark frá 1. til 4. apríl 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Úttøkuskipan til HM 2023 í Fukuoka
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Fukuoka í Japan frá 14. til 30. juli 2023, har sjálv svimjistevnan á langgeil er frá 23. til 30. juli 2023. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi brotingum.

Kravtíðarskeiðið longt til Oyggjaleikir 2023
Sum lýst í hesum, so hevur starvsnevnd SSF nú í sambandi við broyting í stevnukalendaranum valt at eisini leingja kravtíðarskeiðið til Oyggjaleikir 2023, so at tað nú endar hin 16. apríl 2023, heldur enn hin 19. mars 2023. Tillagaða úttøkuskipanin sæst her.

Broytingar í stevnukalendara SSF
Starvsnevnd SSF hevur í samráð við Suðuroyar Svimjifelag, og við fráboðan til feløgini, avgjørt at býta um uppá dagfestingarnar av hesum báðum stevnum:
- SuSvim Open (50m) 15. – 16. apríl 2023
- Atlantic Open (25m) 18. – 20. mai 2023
