
Gleðilig jól

Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023.
Aðalfundur FINA samtykti í Melbourne nú mánadag hin 12. desember at skifta til frá í 2023 at eita World Aquatics, og varð nýtt búmerki tá eisini almannakunngjørt.
Róland Toftum setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.
So er NM/NJM 2022 væl og virðiliga byrjað, við innleiðandi riðlum leygarmorgun og finalum leygarkvøldið. Føroyska stafettin fyri dreingir setti í finaluni 4×200 frí juniorlandsliðsmet, við tíðini 7:58.23 har metið frá 2015 var 7:58.75.
HM stuttgeil 2022 verður í Melbourne nú hin 13. til 18. desember 2022, við luttøku av eisini føroysku Vár E. Eidesgaard. FINA skrivar her, at tað fer at bera til at síggja kappingina eisini í Føroyum, her á AllAquatics
Fyriskipararnir ætla sum skilst at stroyma frá Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2022, her á vimeo.com
Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2022, sum í ár er í Bergen í Noregi, við luttøku av eisini 10 føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her, har til ber at finna startlistarnar, umframt leinki til stroyming og annað.
Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, sum verður í Melbourne í Avstralia nú í næstu viku, hin 13. til 18. desember 2022. Úr Føroyum luttekur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, í 100 og 400 frí.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022.