Góðu tit øll,
Vegna grovu atfinningarnar inn á mín persón, sum Dimmalætting sigur seg hava frá føroyskum svimjifeløgum, havi eg valt at biðja hini í starvsnevnd SSF um at loysa meg frá uppgávuni sum kappingarleiðari á FM og JM á stuttgeil 2022.

Eg havi heitt á hini í starvsnevnd SSF um at fáa kannað hesar atfinningar, umframt at eg, vegna ásettu kærufreist á tveir dagar, havi valt at eisini formliga kæra hendan tilburð til starvsnevnd SSF, við tilvísing til reglur SSF og ÍSF.
Continue reading Skriv til forfólk SSF hin 24. oktober 2022