Hetta vikuskiftið er landsliðslega í Vági, undir leiðslu av landsliðsvenjaranum Kristian Martin Joensen. Luttakararnir eru tey sum eru úttikin til altjóða meistarastevnur í summar, umframt nøkur afturat teimum.

Hetta vikuskiftið er landsliðslega í Vági, undir leiðslu av landsliðsvenjaranum Kristian Martin Joensen. Luttakararnir eru tey sum eru úttikin til altjóða meistarastevnur í summar, umframt nøkur afturat teimum.
Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á NMU, EJM og EM 2022:
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Havnar Svimjifelag setti í gjár føroysk met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni 2022 svumu hendan tein uppá 3 minuttir, 54 og 52 hundraðpartar. Havnar Svimjifelag átti nú farna metið á 3:56.41, frá hesi somu stevnu í fjør summar.
Tey sum svumu fyri HS, vóru
Sí úrslitalistan her á livetiming.se
Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2022 svumu teinin uppá 4 minuttir, 16 sekund og 85 hundraðpartar. Suðuroyar Svimjifelag átti nú farna metið, á 4:25.50 frá Atlantic Open í apríl mánaða.
Tey sum svumu fyri HS, vóru:
Sí úrslitalistan her á livetiming.se
So er FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan í kappsvimjing á langgeil byrjað, við beinleiðis stroyming á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya
Í morgun byrjar árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú 4. til 6. juni 2022.
Luttakaralistarnir síggjast her á livetiming.se, har tað eisini fer at bera til at síggja beinleiðis úrslit so hvørt sum kappast verður, og offisiellu úrslitalistarnar
Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Luttakaralistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Gevið gætur, at hendan úttøkuskipan var broytt hin 30. januar 2023, so at kravtíðarskeiðið nú endar hin 16. apríl 2023, heldur enn hin 19. mars 2023.
Her er úttøkuskipanin til Oyggjaleikir 2023, sum verða á Guernsey hin 8. til 14. juli 2023.
Við fyrivarni fyri villum
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Her er úttøkuskipanin til EM 2022, sum verður í Róm í Italia frá 11. til 17. august 2022.
Við fyrivarni fyri villum
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur