Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er nú dagførdur. Enn er føroyska svimjilandsliðið í einum gullstima, sum byrjaði á Rodos í 2007. Á Gibraltar í ár vunnu føroysku svimjarnir 13 gull, 6 silvur og 8 bronsur, ella meira enn onnurhvør gull og silvur og um triðuhvørja bronsu hjá føroyingum, og gjørdu sítt til, at Føroyar endaðu á triðaplássi samanlagt. Svimjarnir fingu haraftrat 13 fjórðapláss. Í alt hava føroysku svimjarnir vunnið 114 gull, 83 silvur og 100 bronsur á ymsum oyggjaleikum, har onnurhvør bronsa, tvær av trimum silvur, og tríggjar av fýra gull eru vunnar á teimum 6 síðstu av 17 oyggjaleikunum, svimjarnir hava luttikið í.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (FAR, gull), Abigail Lacey (IOW, silvur) og Rebekka Trygvadóttir (FAR, bronsa) í 400 blandað. Fyrsta gulli hjá Vár av seks á Gibraltar. Mynd: William Gracia

Continue reading Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Vár vann ólavsøkusvimjingina

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann opna bólkin í Ólavsøkusvimjingini 2017, ið var svomin fríggjadagin úti á Molanum aftaná kappróðurin. Vár svam teinin, 400 m, á 5 min og 11 sekund.

Martin Dam eigur myndina

Continue reading Vár vann ólavsøkusvimjingina

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.

Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin.

Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskiparnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá so at hann kundi svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

“Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner.” kelda Dansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi 14:58.52.

Katie Ledecky nýtt heimsmet í 1500 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti nýtt heimsmet í 1500 frí í síðsta innleiðandi riðli fyri løtu síðani í Kazan. Hennara nýggja met er 15:27.71. Gamla metið hjá henni var 15:28.36. Lotte Friis royndi seg í næstsíðsta riðli og svam næstbesta tíð í morgun við 15:54.23. Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í greinini, og svam tá 18:21.09, sum hevði verið stórt persónligt met um ikki hon í Portugal herfyri longu hevði betrað nógv um tað, niður á 18:09.25. Áðrenn tað var metið hjá Lenu 18:32.85, frá Danish Open í mars mánaða. Finalan í 1500 frí hjá kvinnum verður í annaðkvøld. Sí fleiri úrslit her.

Sarah Sjöström setti nýtt heimsmet í 100 firvald

Svenska Sarah Sjöström setti nýtt heimsmet í 100 firvald hálvfinaluni í Kazan í gjár við tíðini 55.74. Amerikanska Dana Vollmer átti gamla metið frá OL 2012, ið var 55.98. Jeanette Ottesen úr Danmark svam næstskjótasta tíð í hálvfinaluni. Hennara tíð var 57.04. Finalan í 100 firvald verður í kvøld. Kanska kann Sarah betra um heimsmetið tá. Sí úrslitini her.


Sarah Sjöström á bana 4. Inge Dekker (NED) á bana 5 og Katerine Savard (CAN) á bana 3.

Sun Yang vann 400 frí

Sun Yang vann 400 frí á heimsmeistarastevnuni í Kazan í gjárkvøldi. Tíðin hjá honum var 3:42.58. Tvey og trý vóru James Guy úr Stórabretlandi og Ryan Cochrane úr Kanada við ávikavist 3:43.75 og 3:44.59. James Guy legði harðast út við Sun Yang undir liðini til 100m vóru eftir, tá Sun Yang fór frá honum í spurtinum.


Sun Yang á bana 4, Cochrane á bana 3, Guy á bana 5 og Wojdak á bana 2.
Continue reading Sun Yang vann 400 frí

USA og Avstralia fyri fyrstu ferð ikki í 4×100 frí finalu

Menninir hjá USA og Avstralia megnaðu ikki í morgun at svimja seg í 4×100 frí finalu. Tað er ongantíð hent fyrr í HM á langbana. Liðini hjá USA og Avstralia, sum vanliga eru millum favorittarnar, blivu ávikavist nr 11 og 13, og vóru tí ikki millum 8 tey fremstu í skulu svimja finalu í kvøld. Tíðirnar hjá USA og Avstralia vóru nakað spakuligari enn undanfarnu HM kappingar, og tað kann gerast trupult hjá liðunum, kanska serliga hjá Avstralia, at klára kravið til OL í Rio komandi ár. Russar settu skjótasta tíð í morgun, og eru favorittar í kvøld í heimahyli.
Continue reading USA og Avstralia fyri fyrstu ferð ikki í 4×100 frí finalu

Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi

Nakrir av kappingarneytunum hjá Pál Joensen hava kappast í morgun í 400 frí innleiðandi. Skjótastur í morgun var Sun Yang við tíðini 3:44.99. Landsliðsvenjarin hjá Kina, Yaho Zhengjie, sáddi annars iva um støðið hjá Sun Yang fyrr í ár. Í kvøld verður finalan í 400 frí svomin.


Continue reading Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi