Cecilia kolldømd við triðbestu tíð

Tað gekk upp og niður hjá Ceciliu Eysturdal í Norðurlensku Meistarastevnuni í 10 kilometra havsvimjing í dag. Hon svam eina framúr góða tíð, 2 tímar og 20 minuttir ella stórtsæð bronsutíðin hjá henni á 5 km, 1:10.42, faldað við tvey. Tíðin hevði eisini rokkið til bronsu í dag, men tíverri misti Cecilia eina boyu og bleiv kolldømd. Mathilde Riis Sørensen vann við tíðini 2:09:56. Sí úrslit her.

Nólsoyarsvimjingin er í gongd

Teir fyrstu svimjarnir eru allarhelst longu komnir á land í Nólsoy. 7 svimjarir fóru avstað úti við Strond klokkan 11:45. Har í millum vóru Cecilia Eysturdal, Eyðun Húsgarð og Evald Rasmussen. Jon Hestoy og Rókur eru við í einum kamerabáti. Nógv fólk, eini 50, hugdu at, tá svimjarnir løgdu avstað. Steyp verða handaði klokkan 15 úti á Ovastevnuni.

Lutfalsligt vónbrot

Tað gekk ikki sum ætlað hjá Páli í London. Tíðin hjá honum, 15:18.42, í 1500 frí var ikki nóg góð at koma í OL finalu. Men hon var bert 5/100 sekund frá gulltíðini í Beograd í 2008. At botnstøðið hjá Páli er so høgt, vísir, at hann er ein svimjari í heimsklassa.


Splitttíðirnar hjá Páli versnaðu í London í mun til Shanghai
Continue reading Lutfalsligt vónbrot