Ítrottarblað um Pál og OL í London

Í morgin kemur eitt serblað ella ítróttarmagasin frá Dimmalætting við 64 síður um Pál Joensen og OL í London. Haraftrat er tilfar um Óla Mortensen, “16 ára gamal svimjari: Óli vil til OL í Rio” og Jón Bjarnason, “Alt fokus er á 1.500 metrar”, og sjálvandi um Pál eisini: “Eg droymi um medalju”. Blaðið kostar 39.95 kr.

Pál og Jón vitja Grand Canyon

Pál Joensen og Jón Bjarnason venja í løtuni í Flagstaff aftaná at hava verið í Leadville í eina viku. Tað hoyrir við at vitja Grand Canyon tá man er í norður Arizona. Sovorið skal síggjast, hvis møguleiki er fyri tí. Her síggja vit steinin Jón lovaði at heinta.


Continue reading Pál og Jón vitja Grand Canyon

Tætt millum feløg í MU 2012

Úrslitalistarnir frá Meistarastevnuni fyri Ung eru ikki komnir enn, men Erling Eidesgaard hevur verið so raskur og gjørt eitt yvirlit av heiðursmerkjabýti grundað á Livetiming.dk. Suðuroyar Svimjifelag vann aftur í ár, men kappingin var tøtt millum liðini.

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 25 46 31
HS 24 13 11
Ægir 23 13 17
Reysti 23 13 15
FLOT 2 4 3
Tilsamans 97 89 77

Continue reading Tætt millum feløg í MU 2012

Cecilia Eysturdal 4:42.88 í 400 frí

Cecilia Eysturdal úr Ægir svam 4:42.88 frí í innleiðandi riðli í morgun. Hennara juniormet er 4:40.09 frá Mare Nostrom í Barcelona í fjør. Føroyskt met hjá Jutta Thomsen er 4:31.38. Splitttíðirnar hjá Cecliu vóru  31.87,  1:07.13 (35.26),  1:43.12 (35.99),  2:19.16 (36.04),  2:55.24 (36.08),  3:31.80 (36.56),  4:08.01 (36.21).

DSC03770

Stóra sjokkið í morgun var, at italska Federica Pellegrini, sum vann 200 frí gjár, svam ov spakuligt til at fáa finalupláss. Hennara tíð var 4:14.27 – ella 1.22 sekund frá finalupláss. Pellegrini var kosin ársins evropeiskur svimjari og evropeisk ítrottarfólk í fjør, og verður mett at vera gull vónin hjá Italia í 200 frí og 400 frí. Italia liggur at vinna 10 gull í øllum ítrottargreinum í London.

Her er video av teimum 400 frí hjá Ceciliu

Týskland vann 4×200 frí

Týskland við Biedermann á odda vann 4×200 frí við tíðini 7:09.17 framman fyri Italia (7:13.10) og Ungarn (7:13.60). Á fjórða plássi kom Belgia (7:15.58), sum legði hart út, áðrenn Biedermann tók teir aftur. Serbia og Sveis endaðu aftast við tíðunum 7:20.20 og 7:22.30. Tað merkir at Ungarn setti betri tíð enn DAMP-liðið hjá dønum og føroyingum (7:15.38), meðan mennirnir úr Belgia vóru eitt vet ov spakuligir, men liggja enn at luttaka í London.


Biedermann, Colupaev og Rapp fyri Týskland.
Continue reading Týskland vann 4×200 frí

Guðrun Mortensen føroyskt met og juniormet við 27.23

Guðrun Mortensen (1997) úr Susvim og Birita Debes (1995) úr Ægir svumu í morgun 50 frí í 1. riðli. Í riðlinum var eisini Tatiana Perstniova (1996) úr Moldovia. Guðrun Mortensen vann riðilin og setti nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 27.23. Shaila millum Garðarnar átti gamla senior metið 27.32, sum bleiv sett í DM 2009. Birita átti juniormetið 27.93 frá HM í 2009. Tíðin hjá Biritu í morgun var 27.94. Fult fokus var á føroysku svimjarnar í Eurosport, ið kallaði riðilin fyri føroysk meistarakapping í Debrecen. Sí hvat bleiv sagt í Eurosport undir videorútinum.

DSC03490

Her er video av teimum 50 frí hjá teimum báðum


Continue reading Guðrun Mortensen føroyskt met og juniormet við 27.23

Ungarn og Serbia hótta kongaríki Danmark

Stafett-liðið hjá Ungarn og Serbia komu óhugnaliga tætt við tíðina hjá Pál og co í 4×200 frí í morgun. Mennirnir hjá Ungarn svumu 7:18.84, meðan serbar komu í mál við tíðini 7:19.91. Tíðin hjá Pál, Mads, Anders og Daniel er 7:15.38. Spurningurin er, hvussu nógv skjótari mennirnir kunna svimja í finaluni í kvøld. Danir eru í løtuni nr 14 av 16 kvalifiseraðum liðum, sovítt eg veit. Tað merkir, at Anders og Daniel sleppa ikki við til London um t.d. Ungarn og Serbia svimja skjótari enn 7:15.38 í kvøld. Hinvegin, svimja liðini spakuligari kunna danirnir anda eitt sindur lættari.
Continue reading Ungarn og Serbia hótta kongaríki Danmark

Heðin Olsen 24.18 í 50 frí

Supersprintarnir østu hylin upp í 50 frí í áðni. Heðin L. Olsen úr Ægir svam 24.18 í 1. riðli. Ein góð tíð, persónligt met og triðskjótasta tíð svomin av einum føroyingi, men ikki nýtt føroyskt met. Føroyskt met og juniormet í 50 frí er 23.90, sum Magnus Jákupsson úr HS setti í EJM 2011. Við somu stevnu svam Heðin 24.73. Heðin kann nú kalla seg fyri næstskjótasti føroyingur í 50 frí á langbana.

DSC03463

Her er video av teimum 50 hjá Heðini, orsaka at tað rystist so ógvusliga áðrenn scoreboard sæst, ringt at fáa pláss fyri monofótinum millum fraklendingar 🙂

Cecilia Eysturdal 2:15.41 í 200 frí

Tað gekk ikki heilt sum ætlað hjá Ceciliu Eysturdal úr Ægir í 200 frí í morgun. Cecilia svam 2:15.41, ið er nakað frá hennara juniormet 2:13.14 frá 2010 og føroyska metið hjá Jutta Thomsen frá 2007, ið er 2:10.81. Splitttíðirnar hjá Ceciliu vóru 31.02, 1:05.14 (34.12), 1:41.02 (35.88) og 2:15.41 (34.39). Federica Pellegrini svam skjótasta innleiðandi tíð við 1:59.07.

DSC03285

Her er video av teimum 200 frí hjá Ceciliu

Heðin Olsen nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí við 53.37

Heðin L. Olsen úr Ægir setti í áðni nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana við tíðini 53.37. Pál Joensen átti gamla føroyska metið frá 2009, ið var 53.55, meðan Heðin sjálvur átti juniormetið frá EJM í fjør, har hann svam 53.98. Heðin hevur sostatt betra metið hjá Páli við 18/100 sek og 61/100 sek av juniormetinum – meira enn eitt hálvt sekund.


Continue reading Heðin Olsen nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí við 53.37