Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí

Ian Thorpe kom ikki víðari frá innleiðandi í 100 frí, og sostatt brast síðsta vónin hjá honum at luttaka í London í summar. Tíðin hjá Thorpe, 50.35, rak bert til eitt 21. pláss, 20/100 sekund frá eitt semifinalupláss. Thorpe sá ógvuliga skuffaður út, tá hann sá tíðina hjá sær, og tók sær so góðar stundir at koma upp úr hylinum, at næsta hitið bleiv blást í gongd, áðrenn hann var uppi á turrum. Les meira á theaustralian.com.au

Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí

Thorpe bleiv nr 12 í semifinaluna. Tíðin hjá honum 1:49.91 var spakuligari enn hansara innleiðandi tíð í nátt (1:49.16). Thorpe segði aftaná, at teir seinastu 100 m vóru harðir.

“The last 100 was a struggle, I’m not sure why. This was slower than what I swam this morning, probably the inexperience of racing in the last 18 months held me up. The fairytale has turned into a nightmare. I’m really grateful for everyone’s support, they’ve been great. Hopefully I’ll be faster (in the 100m).”
Continue reading Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí

Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu

Ian Thorpe skal royna at kvalifisera seg til OL komandi vikuskifti í Adelaide, Avstralia. Men útlitini eru ikki góð ífylgi spælistøðum.

Spæl Ja Nei Spælistað
Klárar Thorpe at koma í 100 frí finalu? 8.00 1.05 www.tab.com.au
Klárar Thorpe at koma í 200 frí finalu? 2.75 1.40 www.tab.com.au
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? 2.60 1.45 www.sportsbet.com.au

Continue reading Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu

Svimjing avgerandi fyri góðum úrslitum á Oyggjaleikum

Tað verður eftir øllum at døma eitt soltið ár á Bermuda, nú starvsnevndin boðar frá, at føroyskir svimjarar ikki fara at luttaka á leikunum. Teir føroysku svimjararnir hava verið garantar fyri topp plaseringum á Rhodos, Álandi og Isle of Wight.

Føroyskir svimjarar hava í 2007 og 2009 vunnið í hylinum á Oyggjaleikum. Í fjør kundu svimjararnir kalla seg fyri moralskar vinnarar, tí hóast Guernsey vann á okkum við fleiri bronsumerkjum, so hølvaði unga liðið úr Føroyum øll av í 8×50 frí. Eisini var tann føroyski hópurin minni enn teir hjá Guernsey, Jersey, Isle of Wight og Gibraltar.
Continue reading Svimjing avgerandi fyri góðum úrslitum á Oyggjaleikum

Afturlit: 50 rygg finalur í Køge Open 2008

Fimm gentur megnaðu at koma í finalur í 50 rygg. Av flot.info: “Birita og Poula kvalifiseraðu seg í bólkinum 12-13 ár, Hildur og Jónfríð í bólkinum 14-15 ár, og Katrin í opna bólkinum. Birita og Poula skulu svimja eina vanliga finalu, meðan hinar skulu svimja ‘udskilning’. Hartil hevur Astrið kvalifiserað seg til finalu í 50 frí, sum eisini verður svomin sum ‘udskilning’.”


Continue reading Afturlit: 50 rygg finalur í Køge Open 2008

Afturlit: 200 frí í Køge Open 2008

Í 200 frí vóru úrslitini hesi: Susan Jensen 2:45.21, Eyðbjørg Jacobsen 2:42.83, Joan Kristina í Jákupsstovu 2:41.71, Poula Ø Mohr 2:27.51, Birita Debes 2:24.38, Aimée Jacobsen 2:40.60, Jónfríð Hansen 2:33.45, Astrid Foldarskarð 2:27.76, Hildur á Fløtti 2:22.01, Kjartan Petersen, 2:37.14 og Jóhan Hermann Slættalíð 2:27.20.
Her síggja vit Astrid, Birita og Joan Kristina.

Riðil 10, Astrid Foldarskarð (geil 1) og riðil 11, Birita Debes (geil 5)

Continue reading Afturlit: 200 frí í Køge Open 2008

Afturlit: 100 firvald í Køge Open 2008

Í 100 firvald luttóku Astrid Foldarskarð (FLOT) og Hildur á Fløtti (FS). Tíðirnar vóru ávikavist 1:14.13 og 1:10.40. Hildur kláraði kravtíðina til NJM 2008, har hon betraði um tíðina til 1:09.15. Astrid legði hart út fyri at náa kravtíðina, sum var 1:11.33, men doyði so mótir enda. Astrid betraði um tíðina í Havn 2 vikur seinni til 1:12.43.

Riðil 9, Astrid Foldarskarð (geil 3)

Continue reading Afturlit: 100 firvald í Køge Open 2008