Afturlit: 50 frí í Køge Open 2008

Í 50 frí innleiðandi vóru hesi úrslit. FS: Marta Ákadóttir 39.36, Eyðrið Hansen 36.08, Fríðgerð Thomsen 34.98, Jóhanna Egholm 31.73, Jónfríð Hansen 31.93, Poula Ø Mohr 30.22, Hildur á Fløtti 29.99, FLOT: Bjørg Olsen 35.48, Susan Jensen 33.39, Joan Kristina í Jákupsstovu 33.85, Eyðbjørg Jacobsen 33.22, Aimée Jacobsen 32.07, Katrin Jacobsen 32.40, Birita Debes 30.02, Astrid Foldarskarð 29.72, Kjartan Petersen 30.92 og Tróndur Olsen 28.30.
Astrid megnaði at koma við í finalu.

Riðil 3, Marta Ákadóttir (geil 4) og riðil 5, Bjørg Olsen (geil 3)

Continue reading Afturlit: 50 frí í Køge Open 2008

Afturlit: 50 rygg í Køge Open 2008

Ein rúgva av svimjarum luttóku í 50 rygg m.a. Tóta Langgaard 51.64, Joan Kristina í Jákupsstovu 42.32, Susan Jensen 40.71, Eyðbjørg Jacobsen 41.13, Bjørg Olsen 43.66, Aimée Jacobsen 39.69, Katrin Jacobsen 38.20, Jóhanna Egholm 35.90, Jónfríð Hansen 35.36, Poula Ø Mohr 33.30, Hildur á Fløtti 35.17, Birita Debes 32.60, Jóhan Hermann Slættalíð 37.99 og Tróndur Olsen 32.14.

Riðil 3, Tóta Langgard (geil 1)

Continue reading Afturlit: 50 rygg í Køge Open 2008

Grein um Pál sent út við Politiken

Í síðstu viku bleiv eitt føroyskt ferðavinnublað borið út við Politiken. Í blaðnum er ein grein um “Verdens hurtigeste færing”, har Pál verður lýstur sum “…et muskelbundt med meget blide og venlige øjne” og Jón sum “…træneren med den skaldede isse” 🙂 Vágaportalurin veit at siga, at longu dagin eftir blaðið kom út, høvdu 230 danir keypt sær ferðaseðil til Føroyar. Blaðið kann lesast her.

Svimjing skal vera fyrimynd hjá hondbóltinum

Hannis P. Wardum hugleiðir á heimasíðuni hjá hondbóltsambandinum, at føroyskur hondbóltur er á veg úr einum aldudali. Men tey sakna umstøður at venja í. Sum er fáa dreingir 14 ár bert 2 tímar í høll. Hann ynskir tí meira venjing, avbjóðingar til tey ungu og vilja hjá tí einstaka.

“Vit síggja tað frá eitt nú svimjing og rógving, har einstaklingar ofra seg fyri teirra ítróttargrein og tað ber á mál. Tað krevur ómetaliga nógva orku og tíð, men tað ber til !”

Kelda www.hsf.fo

Støðumynd av føroyskum metum

Í vikuskiftinum ruku nøkur gomul met, harímillum elsta stuttbana metið hjá einstaklingum, ið var 200 firvald hjá Nataliu Reinhard frá 2005. Nú eigur Elspa Mørkøre tey elstu einstaklingametini, sum bæði eru í 400 blandað frá 2005 (langbana) og 2007 (stuttbana). Á myndini her eru føroysk einstaklingamet og met hjá stafettum á stutt- og langbana bólkaði eftir árið tey eru sett.

Continue reading Støðumynd av føroyskum metum

Afturlit: 4×50 blandað í Køge Open 2008

Føroyingar vunnu bronsu í 4×50 blandað hjá kvinnum í bólkinum 13 ár og yngri. Liðið, Færøerne2, var Birita Debes, Poula Ø Mohr, Óluva Jacobsen og Jóhanna Egholm. Tíðin hjá teimum var 2:18.11. Í riðil 3 liggja tær á geil 3, meðan eitt annað lið hjá føroyingum, Færøerne3 (2:40.10), við Eyðbjørg Jacobsen, Fríðgerð Thomsen, Aimée Jacobsen og Eyðrið Hansen eru á geil 5.


Continue reading Afturlit: 4×50 blandað í Køge Open 2008