Afturlit: 100 rygg í Køge Open 2008

Her eru riðlarnir 19 og 4 í 100 rygg hjá kvinnum við Birita og Joan Kristina úr FLOT. Rókur skrivaði á flot.info: “Annars gongur tað nøkulunda eisini í morgun. Hava svomið 50 firvald og bringu, og eru nú farin undir 100 rygg. Flestu svimjarar betra seg, um enn summi eru eitt sindur tung í morgun, og kanska kiksa í so nogv eisini.”


Continue reading Afturlit: 100 rygg í Køge Open 2008

Afturlit: 8×50 blandað í Køge Open 2008

Føroyingarnir vóru við í 8×50 blandað. Rókur skrivaði á flot.info:
“Stafettin hjá okkum sá eisini bara heilt OK út, hóast vit longu áðrenn væl vistu, at vit ongan kjans høvdu í kappingini um heiðursmerki. Birita fylgdi væl við sjálvan Mark Vogel, teir fyrstu 50 metrarnar rygg”


Continue reading Afturlit: 8×50 blandað í Køge Open 2008

Afturlit: video frá Køge Open 2008

Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.

Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.
Continue reading Afturlit: video frá Køge Open 2008

Jólaheilsan frá Sundsamband Íslands

Tollaksmessukvøld sendi Kringvarp Føroya jólaheilsanir úr Íslandi. Úr Ørkini í Reykjavík sendi formaðurin í íslendska svimjisambandinum, Hörður J. Oddfríðarson, eina heilsan til Jon Hestoy við familju og føroyska svimjing, har hann ynskti okkum eini gleiðilig jól og gott nýggjár. Hann takkaði fyri kappingin og samstarvinum í farna árinum.