Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Nú eru úrslitini frá Jersey tald við í yvirlitinum av søguligum oyggjaleikasvimjarum. Ovast er Pál Joensen við 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur. Gevi gætur at liðkappingarnar eru ikki taldar við. Nýggj í topp 10 er Sára R Nysted úr Susvim. Hon er komin beinleiðis inn sum nr 4 við 4 gull og 2 bronsur eftir Pál, Høgna T Hansen og Elspa Mørkøre. Sára hevur samstundis sett met sum mest vinnandi debutantur. Gamla metið átti Pál Joensen, tá hann, sum oyggjaleikadebutantur, vann 3 einstaklinga gull á Rhodos í 2007.


Astrið, Ásbjørg, Signhild og Sára
Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur

Listin yvir søguligum FM-vinnarum í einstaklingakappingum er dagførdur til og við FM 2015. Ovast er Pál við 112 FM-gull, 15 silvur og 5 bronsur. Um vit telja liðsvimjingar við, so hevur hann 119 gull, 26 silvur og 11 bronsur. Ársins svimjari, Sára R Nysted úr Susvim, hevur haft størstu framgongd á listanum síðan FM í fjør. Næst eftir henni koma Marius Ihlen Gardshodn (ársins stjørnuskot) og Vár E Eidesgaard (ársins stjørnuskot), bæði úr HS. Havast skal í huga at listin er rættiliga ófullfíggjaður. Havi lagt tvey søgulig FM aftrat listanum síðan í fjør. Eftir resta úrslit frá FM 2003, 2001-1998, 1996-1994 og 1989-1974.


Continue reading Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur

FM-vinnarir aftur metskjótir

Gulltíðirnar á FM-stevnunum hava í miðal verið skjótari og skjótari ár um ár tey seinastu árini. Í fjør var steðgur í framgongdini, tó hildu vinnarnir tørn í mun til FM 2013. Teir seinastu dagarnir hava vinnararnir aftur svomið metskjótar FM tíðir.

Tá tíðirnar verða umroknaðar til FINA-stig, ber til at leggja úrslitini saman tvørtur um greinar og kyn, og finna miðal fyri hvørja FM-stevnu. Her síggja vit gullúrslitini í einstaklingakappingum í leypandi FINA-stigum, ið vísir hvussu svimjararnir lógu og liggja í mun til umheimin, og í føstum 2009 FINA-stigum, ið vísir framgongdina í Føroyum ár um ár.

Continue reading FM-vinnarir aftur metskjótir

Afturlit: “Takk fyri seinast!”

Føroysku menninir fingu uppreisn í 4×50 frí tá teir tepurt vunnu á Guernsey týskvøldið 28. juni 2011, dagin eftir teir taptu til somu kappingarneytar við 8/100 sekund í 4×50 blandað. Tí segði Tróndur Arge á Rás2: “Takk fyri seinast!”. Her hoyrist frásøgnin hjá Trónda Arge og Dánjali Hestoy á Rás2 lagt aftrat myndunum hjá formanninum hjá Svimjisambandinum, Jon Hestoy. Føroysku svimjarnir vóru: Magnus Jákupsson, Pauli Øssursson Mohr, Heðin Lisberg Olsen og Pál Joensen.

Video frá úttøkustevnuni í dag

Her eru nakrir riðlar frá SMS úttøkustevnuni til oyggjaleikir og Baku, sum Havnar svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Fleiri svimjarir svumu undir kravtíð millum annað Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr HS í 400 frí hjá monnum (riðil 3, geil 4); Astrið Foldarskarð (HS), Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) og Lív Eidesgaard (HS) í 50 firvald (riðil 4, geil 3, 4 og 2); Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) í 200 blandað (riðil 1, geil 4 og 3) og Sára R. Nysted úr Susvim í 200 blandað (riðil 2, geil 3).

Tíðin hjá Sáru R. Nysted í 200 blandað var 2:19.78, sum sær út til at vera nýtt føroyskt met og junior met. Tó, úrslitini her skulu takast við fyrivarni tí tey eru ikki váttaði. Gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr frá NM 2012 var 2:20.21.

Afturlit: Andrass vann silvur í 1500 frí á Oyggjaleikum 2005

Andrass Thomsen vann 11. juli 2005 silvur í 1500 frí aftanfyri Jonathon Le Noury úr Guernsey og frammanfyri Stuart Black úr Jersey. Gull-, silvur- og bronsutíðirnar vóru ávikavist 16:01.39, 16:21.75 og 16:35.51. Andrass setti føroyskt met, har gamla metið hjá Boga Lemvig var 16:27.93. Silvurmerkið var fyrra av tveimum, sum Andrass vann sum einstaklingur í oyggjaleikahøpi.

Frásøgumenn hjá Kringvarpinum vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.