Gergo Kis vann 1500 frí í Barcelona

Gergo Kis vann aftur í dag í Barcelona. Hesuferð var hann skjótastur í 1500 frí við tíðini 15:01.43. Og sum í 400 frí í gjár vóru Sergiy Frolov úr Ukreina og fraklendingurin Sebastien Rouault ávikavist 2 og 3 við tíðinunum 15:06.77 og 15:10.70. Føroyska/norðurlendska metið frá EM í Budapest er 14:56.90. Møguliga var onkur streymur í hylinum, tí splitt-tíðirnar hjá svimjarunum vísa, at teir svumu skjótari heim enn út.

Continue reading Gergo Kis vann 1500 frí í Barcelona

Georgo Kis vann 400 frí í Barcelona

Ungarin Gergo Kis vann 400 frí í Barcelona í kvøld við tíðini 3:48.85. Sergiy Frolov úr Ukreina og fraklendingurin Sebastien Rouault blivu ávikavist 2 og 3 við tíðinunum 3:50.89 og 3:51.41. Føroyska metið frá 2009 er 3:48.57. Pál slapp ikki av landinum rættstundis vegna veður.

Continue reading Georgo Kis vann 400 frí í Barcelona

FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð

Eitt FM við 13 føroyskum metum og 21 juniormetum boðar frá høgum støði. Um vit samanbera gull-tíðirnar frá FM 1985 og FM 2004-11 í 2009 FINA stigum, síggja vit framgongd annaðhvørt ár tá Oyggjaleikir eru og líðandi framgongd frá 2004 til 2011. Hyggja vit at leypandi FINA stigum, so liggja FM gull-tíðirnar nokk so javnt, tó so eitt sindur fallandi síðani FM 2007.

Continue reading FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð

Model av langhylinum í Vági

Model skitsan av langhylinum er gjørd eftir tekningum hjá Andriasi Jacobsen (byggifrøðingur) og Mayfinn Norðoy (arkitektur, Kontrast), og skal takast við størsta fyrivarni fyri feilum og manglum.

Trýst á Google Earth rútin og navigera við mús, píl-tastum og píl-knapparnar ovast til høgru í rútinum. Størri 3D rútur sæst her. Meira um verkætlanina er á svimjihollin.com.

Helgi Abrahamsen vil atkvøða ímóti langhylin

Seinnapartin var 1. viðgerð av tingmáli nr. 195/2010, uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2011, ið millum annað fevnir um 4 mió kr stuðul til langhylin í Vági. Orðaskiftið vardi í einar 2 tímar, harav 8 minuttir vóru um langhylin. Eyðgunn Samuelsen og Aksel Johannesen tosaðu um stuðulin til hylin var tekniskt ein løga. Helgi Abrahamsen var enn einaferð ógvuliga skeptiskur um verkætlanini, og vildi atkvødd ímóti stuðlinum, um tað var møguligt. Helgi helt, at verkætlanin ljóðaði órímiliga bíllig og setti spurngartekin við um SEV hevði nokk av vatni til hylin, um hvat hendir hvis fíggingin ikki røkkur, um landið verður blandað uppí rakstrinum og hví allar kommunurnar ikki eru líka stillaðar í slíkum stuðulsmálum. Jacob Vestergaard og Helena Dam á Neystabø svaraðu Helga, at eftir øllum at døma fer fíggingin at halda.

[Ljóðbrotið hevur eitt keðiligt ekkó, tí eg fekk ikki stillað ljóðkortið rætt]

Eyðbjørn vann silvur í 200 firvald í Bergen

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann silvur í 200 firvald fyri yngri juniorar. Tíðin hjá honum var 2:23.74, meðan tilmeldingartíðin var 2:15.91. Skjótasti yngri juniorur var Morten Wee Hollund við tíðini 2:11.89.
Pál Joensen, Óli Mortensen og Eyðbjørn svumu 400 frí innleiðandi við tíðunum 4:02.11, 4:11.83 og 4:12.08. Pál hevði næstskjótasta tíð í morgun aftaná Anders Lie (3:59.81). Óli og Eyðbjørn høvdu bestu og 3. bestu tíð hjá yngru juniorunum, meðan norski Henrik Christiansen hevði næstskjótastu tíð (4:12.01).
Óli svam eisini 100 blandað innleiðandi og hevði 4. bestu tíð hjá yngru juniorum. Tíðin hjá honum var 1:05.13. Tilmeldingartíðin var 1:05.84.
Í síðstu kapping í morgun svam Magnus Jákupsson 50 bringa innleiðandi. Hann kom á mál sum 4. skjótasti eldri juniorur við tíðini 31.81. Tilmeldingartíðin hjá honum var 30.68.
So eftir øllum at døma fingu allir føroyingarnir antin heiðursmerki ella finalupláss í morgun.

Magnus vann gull í 200 rygg í Bergen

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag vann í morgun gull fyri eldri juniorar í 200 rygg. Magnus var triðskjótastur av øllum við tíðini 2:03.94 aftanfyri olympiski svimjarnar Aschwin Wildeboer úr Spania (1:54.54 – nýtt stevnu met) og Simon Sjödin úr Svøriki (2:03.19). Føroyska metið hjá Magnusi er 2:03.12.
Í 4. og síðsta riðli legði Aschwin hart út og førdi allan vegin við Simon aftaná. Magnus var tryggur á 3. plássi og tók nógv inn á Simon tær síðstu 25 metrarnar.