Pál hevur vunnið flest oyggjaleikaheiðursmerkir

Tað kann neyvan undra nakran, at Pál er tann føroyski svimjarin, sum hevur vunnið flest heiðursmerkir á oyggjaleikum. Pál hevur higartil vunnið í einstaklingakappingum 10 gull, 4 silvur og tvær bronsur (OBS! Tabellin niðast er dagførd eftir Jersey 2015, soleiðis at Pál eigur nú 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur í einstaklingakappingum). Næst eftir honum finna vit Høgna T Hansen við 6 gull, 1 silvur og 2 bronsur. Síðani hevur Elspa Mørkøre vunnið 5 gull, 2 silvur og 1 bronsu. Sí tabel niðast.

Miðalaldurin á hópunum hevur ligið í millum 16.4 ár og 21.4 ár. Metið sum elsti svimjari eigur Andrass Thomsen frá 2009, tá hann var 27 ár. Yngsti svimjarin er Benthe Andersen Birita Debes… Elspa Mørkøre, tá hon var 13 ár í 2005.

Hópurin av svimjarum hevur ligið ímillum 7 og 17, meðan heiðursmerkjahálið hevur verið millum 1 og 43.


Tabel yvir einstaklingum við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.

Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Vit frætta úr svimjihøllini í Gundadali, at svimjisambandið hevur valt at geva trý ‘wildcard’ fyri at kunna manna stafettirnar til oyggjaleikirnar á Isle of Wight. Svimjarnir, sum hava fingið eykaplássini eru Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Guðrun Mortensen úr SuSvim og Heðin L Olsen úr Ægir.

Landsliðsnevndin segði í samband við kravtíðir til Áland 2009:

“Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

Dagførdi listi yvir svimjarar, sum hava klárað kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, sær soleiðis út:
Continue reading Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Turið nýtt junior og senior met í 200 bringu

Leirvíksgentan Turið S Christiansen, sum svimur fyri Ægir, setti í dag føroyskt senior og junior met í 200 bringu við tíðini 2:38.31. Gamla junior metið frá januar í ár átti hon sjálv (2:39.09), meðan gamla senior metið (2:38.93) setti Malan Vitalis Bærendsen á Oyggjaleikum í Álandi 2009. Oyggjaleikakravtíðin er 2:39.72.

Astrid kláraði kravtíð í 50 firvald meðan Birita setti FO met

Flot-genturnar Birita Debes og Astrid Foldarskarð gjørdust nr 1 og 2 í 50 firvald við tíðunum 28.85 og 29.10. Tíðin hjá Biritu er nýtt føroyskt junior og senior met, meðan tíðin hjá Astrid var 1/100 sek skjótari enn oyggjaleikakravtíðin. Astrid er sostatt við í gull-truppinum til Isle of Wight. Gamla metið hjá Biritu frá SuSvim stevnuni í mars var 28.97.

Afturlit: video frá FM 2006

Her eru finalurnar frá FM 2006 hósdegnum 11. mai. Góðskan er tíverri ikki heilt í lagið. Ljóðið er eitt sindur frammanfyri myndina og sumt er kámað burtur í grátt, talgilt støv. Eisini liggja klippini eitt sindur skeivt. Vit royna at loysa trupulleikan.
Í kassanum undir Youtube-spælaran eru snarvegir til finalur og annað.

Loading…

Snarvegir:

Continue reading Afturlit: video frá FM 2006