Pál størri enn Premier League á Portal.fo

Tær báðar søgurnar “TV2 vitjar Pál Joensen” og “Pál skal tryggja Danmark OL gull” hava haft fleiri vitjanir enn onnur ítrottartíðindir á portal.fo hesar seinastu dagarnar. Á grafinum her síggja vit hvussu nógvir lesarir hava klikkað seg á tíðindini tað fyrsta døgnið eftir tey eru løgd út á portal.fo.

Continue reading Pál størri enn Premier League á Portal.fo

Ymisk hagtøl úr HM í Dubai

Ryan Lochte og USA fingu flest heiðursmerki í HM í Dubai. Haraftrat setti Lochte fleiri heimsmet, sum tann fyrsti einstaklingur í ár. Men samlað sæð vann Evropa flest heiðursmerki í mun til Pan Pacs londini og restin. Therese Alshammer var elsti vinnari meðan 14 ára gamla Shiwen Ye úr Kina var við tveimum silvurmedaljum ynskti heiðursmerkjavinnari.


Heiðursmerkjabýtið millum lond:

Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar:

Dimma: Gyurta vann 1500 frí

Ofta verða tíðindi skrivað í so skjótt. Tað má eg sjálvur ásanna. Dimma.fo skrivar:

“…Endaliga úrslitið gjørdist at Gerqely Gyurta frá Ungarn vann, meðan danin Mads Glæsner gjørdist nummar 2. Á 3. plássi endaði italiumaðurin Sebastian Rouault.”

Men aðrir miðlar duga eisini at finna uppá. Dr.dk via Ritzau skrivar:

“Rikke Møller taber VM-bronze med 1/100… …Den fynske svømmer tabte med en hundreddel af et sekund i tiden 1.04:80 til franskmanden Camille Lacourt [♂], mens amerikaneren Rebecca Soni vandt i tiden 1.03:98…”

Pál legði hart út í Dubai

Splitt-tíðirnar hjá Páli vísa, at Pál legði harðari út í Dubai enn í Berlin, men misti so rættiliga nógv aftaná teir fyrstu 400 m. Glæsner svam óhugnaligani skjótt teir fyrstu 50 m (25.68) – næstan eitt sekund skjótari enn Mellouli (26.55). Pál hevði næstskjótasta splitt-tíð aftaná 50 m og næstskjótasta splitt-tíð frá 50-100m (28.20) – 1/100 sekund spakuligari enn Mellouli. Fram til 250m høvdu bara Glæsner og Rouault skjótari splitt-tíðir enn Pál í finaluni, men síðani byrjaðu Colbertaldo, Gyurta og Pizzetti at svimja skjótari enn Pál. Við 750 m fór Kanieski eisini frammum Pál. Pál bleiv nr 7 í finaluni og nr 13 samanlagd við tíðini 14:54.94.

Splitt-tíðirnar í 1500 finaluni

Continue reading Pál legði hart út í Dubai

Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai

Sum útgangspunkt er tað væl altíð at fegnast um, at Pál yvirhøvur er í finaluni. Vit síggja jú hvussu londini stríddist um at fáa fólk í finaluna, summi tí at onnur vóru har av órøttum, og onnur til at halda sín innanfyri allíkavæl. Finalupláss er ikki krav til at kunna vinna heiðursmerki, men tó ein týðandi fyrimunur.


Continue reading Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai

SMS X-mas Sprint stevnan beinleiðis á netinum

SMS X-mas Sprint 2010 stevnan verður varpað beinleiðis á livetiming.se, ið eisini er at finna niðast á svimjing.com/live. Kappingin byrjar kl 10.00 og kl 16.00 í dag og kl 9.00 og 16.00 í morgin. Fyribils støðan sæst her.

Continue reading SMS X-mas Sprint stevnan beinleiðis á netinum

Lochte setti nýtt heimsmet í 200 blandað

Ryan Lochte setti í gjár, sum fyrsti einstaklingur í 2010, nýtt heimsmet í 400 blandað. Tíðin hjá Lochte var 3:55.50. Gamla metið hjá Laszlo Cseh var 3:57.27. Í dag setti Lochte enn eitt heimsmet í 200 blandað við tíðini 1:50.08, har Darian Townsend átti gamla metið 1:51.55.




Lesur…

Vel videobrot: