Sætta heiðursmerki til Pál

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag silvur í 1500 frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 14:54.21, Pál var 10 sekund frammanfyri japanska Jumpei Higashi við tíðini 15:04.08. Vinnari gjørdist franski evropameistarin Sèbastien Rouault við tíðini 14:37.94. Henda tíð er besta tíð í heiminum í ár.

Teir báðir Pál fylgdust upp til 300 metrar, tá ið Sèbastien dróg frá Páli. Tað sást á Páli, at hann hesir seinastu 9 dagarnir hevur svomið 6 ferðir 400 metrar og 3 ferðir 1500 metrar. Tó so at ongantíð var ivi um silvurheiðursmerkið hjá Pál.


Continue reading Sætta heiðursmerki til Pál

Hvør tekur fyrsta heimsmetið uttan superdrakt?

SVT.se spyr í samband við World Cup’in hyggjarar um hvør man fara at taka fyrsta heimsmetið á stuttbana eftir at superdraktirnar eru bannaðar. Í løtuni siga 67% at tað verður Theresa Alshammar, 19% “onkur annar”, 6% Camille Lacourt, 5% Roland Schoeman og 4% Jessica Hardy.
Continue reading Hvør tekur fyrsta heimsmetið uttan superdrakt?

Føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvald

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fyri okkara ungu svimjarar Biritu Debes úr Flot og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag er Fina/Arena Swimming World Cup stevnan liðug á hesum sinnið. Tey hava bæði svomið tvær kappingar í morgun. Besta úrslitið, var føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvaldasvimjing. Seinasta kappinga á hesum sinnið verður seinrapartin kl. 14:40 tá ið Pál skal svimja finalu í 1500 frísvimjing.


Continue reading Føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvald

Innbjóðing til svimjikapping í Leirvík 20/11- 2010

Svimjifelagið Reysti bjóðar til kapping í Leirvík leygardagin hin 20/11-2010 fyri bólk 3 dreingir og 2 gentir fyrrapart. Og bólk 4 dreingir og 3 gentir seinnapart.

Hvørt felag skal hava 3 hjálparfólk við.

Grodan-filan kemur út seinni.

Tilmeldingarnar skulu verða olavur.thomsen[kurla]skulin.fo í hendi seinasta lagi hósdagin 18 nov 2010 kl. 2100.

Vinarliga vegna Reysti.

Bronsumerkið til Pál í Stokkhólmi

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag bronsu í 400 metra frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 3:46.13.

Kappingin var hørð, og avgerðin var ikki greið fyrr enn á seinasta fimmtimetrinum. Tá ið svimjararnir vendu við 300 metrum bardist Pál við japanska Higashi um 4-5 plássið og tá teir vendu við 350 metrum er Pál á triðjaplássi, bara 5 hundraðpartar frammanfyri danska Anders Lie, ið tó endaði á fimtaplássinum.


Mynd: Pál, Biedermann og Agnel
Continue reading Bronsumerkið til Pál í Stokkhólmi

Biedermann á SVT

Paul Biedermann sigur m.a. at hann hevur mist ferð í vendingunum og í startinum, nú hann svimur uttan superdrakt. Og tað ljóðar á honum sum hann ikki væntar at kunna taka sítt heimsmet – also nakrantíð. Eisini er hann spentur uppá 200 frí í Stockholm, har hann metur at kappingin verður ógvuliga hørð.