Afturlit: 4×50 frí hjá kvinnum á Oyggjaleikum 2005

Fyri knapt 10 árum síðani, tann 11. juli 2005, vunnu føroysku kvinnurnar gull í 4 x 50 frí á oyggjaleikum í Hetlandi. Føroysku svimjarnir, sum luttóku innleiðandi og í finaluni, vóru Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Elspa Mørkøre, Karina Petersen og Nathalia Reinhardt. Í finaluni settu tær føroyskt met við tíðini 1:52.14, har gamla metið var 1:53.85. Núverandi met á 1:47.15 varð sett av Susvim við m.a. Shaila á liðnum á FM 2013.

Kringvarpið vísti ein samandrátt av finaluni. Frásøgumenn vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.

Ásbjørg Hjelm sett nýtt met í 50 bringu við tíðini 34.77

Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur í dag sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 34.77 á Reykjavík International 2015. Gamla metið hjá henni frá EJM í fjør summar var 35.33. Ásbjørg var við hesari tíðin klárt skjótasti svimjari í innleiðandi riðlunum, har finalan er í morgin.

Føroyar gjørdust nr 15 av 45 tjóðum

Føroyar komu á heiðursmerkjatalvuna á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin, takka verið silvurmerkini hjá Páli Joensen. Endaliga úrslitið varð, at Føroyar, við tveimum silvurmerkjum, gjørdust nr 15 av 45 luttakandi tjóðum. Stórabretland vann flest heiðursmerkir framman fyri Danmark og Ungarn. Her er endaliga støðan av svimjikappingini.
Continue reading Føroyar gjørdust nr 15 av 45 tjóðum

Pál EM silvurvinnari í 800 frí

Pá Joensen megnaði enn eina ferð at vinna silvur í Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Eins og í 1500 vann Pál silvur aftanfyri Gregorio Paltrinieri og framman fyri Gabriele Detti, ið eigur Evropeiska metið 7:42.72. Tíðin hjá Páli var 7:48.49. Norðurlenska metið hjá honum frá 2011 er 7:45.55. Paltrinieri var suverenur og førdi frá byrjan við Detti og Micka á sleip. Aftaná 400 metrum odaði Pál seg fram á 3. plássi við at svimja við javnari ferð. Hann helt ferðina, og fór framvið Detti við 700 metrum, meðan Detti fór eitt sindur niður í ferð. At tað var útselt hjá Detti sást í endaspurtinum, har Pál svam frá honum. Detti hevði einki eftir, men megnaði tó at fáa bronsuna. Soleiðis varð úrslitið:

  1. Gregorio Paltrinieri (ITA) – 7:44.98
  2. Pal Joensen (FAR) – 7:48.49
  3. Gabriele Detti (ITA) – 7:49.35
  4. Stephen Milne (GBR) – 7:50.64
  5. Jan Micka (CZE) – 7:52.19
  6. Gergerly Gyurta (HUN) – 7:55.47
  7. Ferry Weertman (NED) – 7:55.57
  8. Richard Nagy (SVK) – 7:56.28

Ein taktisk svomin finala

Pál Joensen legði eitt sindur varisliga út í 1500 finaluna fyrradagin og hevði tí meira orku eftir mótir endanum enn hann plagar. Tað sæst aftur í splitttíðunum. Bæði í Budapest 2010 og Shanghai 2011 legði hann harðari út enn hann gjørdi í Berlin fyrradagin. Men í Berlin svam hann, til tíðir, skjótari splitttíðir enn hann gjørdi, tá hann setti norðurlenskt met í Shanghai.

Her eru úrslit og splitttíðir frá 1500 frí finaluni:
Continue reading Ein taktisk svomin finala

Pál víðari í 800 frí finalu við bestu tíð 7:53.09

Pál svam bestu tíð í morgun í 800 frí innleiðandi á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Tíðin hjá honum var 7:53.09. Hann luttók í 4. og síðsta riðli og visti tí hvussu skjótt skuldi svimjast fyri at koma í finalu. Evropamethaldarin Gabriele Detti og ungarin Gergely Gyurta løgdu harðast út. Men tað var ikki langt ímillum teir fremstu. Aftaná 500 metrar legði Pál legði seg á odda. Danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í 4. riðli, men møtti ikki upp.

copyright Rókur í Jákupsstovu
Continue reading Pál víðari í 800 frí finalu við bestu tíð 7:53.09

Tjóvstarturin í Berlin

Soleiðis sá tjóvstarturin hjá Páli Joensen út á rásini hjá Evropeiska svimjisambandinum. Sum frætt svam Pál einar 800 metrar áðrenn dómarnir steðgaðu hann. 27 minuttir aftaná startin sá man Pál “svimja út”, sum svimjarir plaga at gera aftaná kapping. Tá kappingin var liðug sást millum áskoðarnir varaforsetin í teknisku nevndini fyri havsvimjing, Jon Hestoy.

EM í kappsvimjing verður sjónvarpað beinleiðis á netinum

Evropeiska svimjisambandið, LEN, sendir beinleiðis frá Evropa Meistarastevnuni í Berlin komandi dagarnar. Pál Joensen fer at kappast í 5 km havsvimjing í dag kl 12:30. Svimjarnir byrja ein og ein, sokallað ‘time-trial’, við eitt minutt í millum startirnar. Pál stendur at vera nr 14 í røðini, men vit hoyra úr Berlin, at tey hava gjørt ein nýggjan startlista, har tað stendur, at Pál skal svimja kl 12:35. Kappingin verður at síggja her.

Afturlit: Ólavsøkusvimjingin 2013

Her knappar 2 tímar áðrenn Ólavsøkusvimjingin 2014 verður svomin, kunna vit hyggja at hvussu gekst á Ólavsøku í fjør, tá Lív Erlingsdóttir Eidesgaard vann við mettíðini 5:27.8, ið Cecilia Eysturdal setti árið undan, altso í 2012. Í dag eru báðar tilmeldaðar at svimja, og eru tær favorittar at vinna saman við Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag.