Norðmaður um Pál: “Gratulerer med dagen, det holder til medalje!”

Pál vann sín riðil sannførandi, tá hann svam 1500 innleiðandi fyri løtu síðani. Tíðin hjá Pál var 15:04.05, sum er tað hann og Jón Bjarnason høvdu ætlað sær. Teir mettu, at 15:05.00 burdi verið nokk til finalu pláss. Tíðin var eisini fyribils besta tíð á teininum í ár.

Pál førdi beinanvegin undan, og økti munin niður til hinar allan teinin. Mads Glæsner, sum svam 400 frí í gjár, men misti finalu pláss, lá eina løtu nr 2, men bleiv yvirhálaður av fransmannin Anthony Pannier og eina løtu seinni av hollendaran Job Kienhuis. Men Glæsner svaraði aftur og fekk eitt triða pláss við tíðini 15:16.63. Pannier gjørdist nr 2 við tíðini 15:14.38 og Kienhuis bleiv nr 4 við tíðini 15:24.31. Ein norðmaður í Budapest viðmerkti, at Pál svam teir síðstu 100 m undir minuttin, ið vísir, at hann hevði orku eftir. Norðmaðurin segði so: “Gratulerer med dagen, det holder til medalje!”.

Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í SSF, sigur úr Budapest, at “Jón og Pál hava garanterað hægri mál, men fyri Svimjisambandið er málið hervið rokkið. Nú er so dreymurin eftir!”.

annar og triðið riðil er svomin er bara ein svimjari, Samuel Pizzetti úr Italia, skjótari enn Pál. Tíðin hjá Pizzetti er 15:03.32. Sebastien Rouault (FRA, 15:06.70), Przemyslaw Stanczyk (POL, 15:08.54), Federico Colbertaldo (ITA, 15:08.83), Mateusz Sawrymowich (POL, 15:09.50), Gergely Gyurta (HUN, 15:12.46) og Anthony Pannier (FRA, 15:14.38) eru eisini í finaluni í morgin. Mads Glæsner bleiv nr 9 og náddi tí ikki finaluna. Uttan so at ein av hinum melda frá.

Biedermann fekk bara silvur í 400 frí

Týski Paul Biedermann hevði sett nøsina ímóti at fáa tvey gull í Budapest í 200 og 400 frí, har hann eigur heimsmetini. Men í dag tapti hann við 13/100 sek í 400 frí til unga fransmannin Yannick Agnel, ið longu er skýrdur til at vera ein komandi stjørna. Vinnaratíðin var 3.46.17. Heimsmetið er 3.40.07.

CIMG1355
Tað er Paul Biedermann til høgru

Her er eitt prátt á Youtube við Biedermann áðrenn missiónin hjá honum miseydnaðist.

Tour de France beinleiðis við hjartarútmu ferð og annað á google map

Eg veit væl at hetta hevur einki við svimjing at gera, men møguliga verður hetta framtíðin, hvis Pál fer at satsa meira uppá havsvimjing. Tour de France liðið hjá Brian Holm, Team HTC – Columbia, senda øll møgulig dátur beinleiðis á google maps. Vit síggja hjartarútmuna, kraftin (watt), kadansan (hvussu títt súkklarnir traðka) og hvussu skjótt teir súkkla og hvar teir eru staddir, alt beinleiðis á netinum. Størri kort sæst her.
Continue reading Tour de France beinleiðis við hjartarútmu ferð og annað á google map

Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

So stendur á heimasíðuni torshavn.fo:

“Søkt verður eftir einum manni og einari kvinnu til fulltíðarstarv sum lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eisini eftir tveimum kvinnuligum lívbjargarum sum avloysarar, onnur byrjar í august til januar 2011, og hin byrjar í august til juni 2011.
Continue reading Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

Google Android Froyo skjótast í hylinum

Snildar fartelefonir verða meira og meira populerar. Tað er imponerandi at síggja t.d. Jón Bjarnason varpa og viðmerkja beinleiðis á svimjing.com/live via Kyte og onkur Nokia fartelefon. Í løtuni verður svimjing.com vitjað av 20-30 fartelefonum dagliga. Vit kunna vænta, at fleiri og fleiri fólk fara at lesa og varpa svimjitíðindir í fartelefonini í nærmastu framtíð. Tí vil eg vísa á Google Android Froyo sum fyribils besta loysn til tey, ið ætla sær at fáa sær eina nýggja fartelefon í 2010.

Í gjár vístu nørdarnir hjá Google, hvussu skjót Froyo er í mun til Eclair og iPad. Og hetta bleiv avmyndað í einari ‘breast stroke’ svimjikapping 🙂

(video strikað)

Videobrotið havi eg sett til at byrja frá 17 min og 20 sek, tá svimjitestin verður víst.