Pál kosin sum ársins Rock’n Rollari

Kári Cool blástemplaði Pál Joensen sum ársins Rock’n Rollari fyrrakvøldið. Rás2 og Miðlahúsið savnað yvir 10.000 fólk í Vágsbotnið Ólavsøkudag til eina serliga undirhaldsending, har man m.a. hoyrdi sangin hjá Kára Cool og Kim Hansen “Tá Pál kemur í mál”. Sendingin verður endursent í dag kl 16.05 á Rás2.

Amerikanskir svimjarar á Twitter

Locthe og HehnFleiri av HM luttakarunum úr USA skriva á Twitter. Millum annað Ryan Locthe, Keri Hehn, Cullen Jones, Dara Torres, Garrett Weber-Gale og Eric Shanteau. Her skriva millum annað Garrett Weber-Gale og Cullen Jones at teir flugu við privat flogfari úr Los Angeles til Italia. Dara Torres skrivar um at fáa cortison sprøjtu og dren úr knænum (?), og at tey á US-liðnum hava undirskrivað eina váttan um at vera hampulig og at tey ikki sleppa at síggja familiuna á hotelinum. Haraftrat sova mennirnir og kvinnurnar ikki í sama hotellið. Keri Hehn fortelur, at hon hevur slitið hol á Arena draktini og tí allarhelst noyðist at brúka eina Jaked, hóast hon svam super-skjótt í holutta drakt.

Annars skriva tey mest um, hvussu rotið tað er at ferðast, um mat (góðan og ringan) og at HM hylurin er fantastiskur, men eisini proppaður við svimjarum. Myndin er av Lochte og Hehn.

Phelps er ein mammudrongur

Á tíðindafundinum í gjár segði Michael Phelps, at mamma hansara, Debbie Phelps, vildi hava hann at luttaka í HM, tí hon hevur altíð ynskt at síggja Rom:

“She’s on the way over. She got what she wanted. She coming to Rome and I am going to be swimming here.”

Rithøvundurin Alan Abrahamson, sum hevur skrivað bókina “No Limits: The Will to Succeed” saman við Phelps, sigur, at Phelps er familjukærur, dámligur og …ein mammudrongur. Les meira á blogginum hjá Alan Abrahamson.

Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.

Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Continue reading Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu