“Langhylur” ella “langbani”

Ein lurtari gramdi seg í “Góðan Morgun Føroyar” um, at “langbani” er fremmant orð. Málfrøðingurin Jógvan í Lon Jacobsen mælti til at brúka “langhylur” og “stutthylur” í staðin fyri “langbani” ella “stuttbani“. “50-metrar-hylur” var hildið at vera í so langt. Eisini helt Jógvan, at man kundi sagt “langgeil” og “stuttgeil“, men legði aftrat, at hann visti lítið um svimjing og at tað var avgerandi, hvørji orð svimjarar og svimjikøn tóku til sín.

Kári tók samanum aftaná og segði: “ein svimjari svimur ikki banar ella longdir men geilar” (??)

3 góð ráð frá trimum landsliðsvenjarum

Tríggir landsliðsvenjarir úr bretska samveldinum geva 3 góð ráð í part á YouTube.

Enski kvinnulandsliðsvenjarin, Ben Titley, hevur hesi ráðini:

  • hav altíð eykalutir við (t.d. eyka svimjiklæðir, svimjibrillur ella stopp-ur)
  • minst altíð til at hava ein góðan endabrest (man kann jú vinna við 1/100 sek)
  • minst til at venja spørk undir vatni (serliga í rygg og firvald)

Kanadiski landsliðsvenjarin, Pierre La Fontaine:

Stjørnukast samrøða við Pál og Jón sæst á Kringvarp.fo

Kringvarpið hevur lagt samrøðuna við Pál og Jón á netið. Hon liggur her. Sum kunnugt varð Pál Joensen Ársins Ítrottarnavn 2008. Fleiri videobrot úr Stjørnukast sendingini eru at finna á: http://www.kringvarp.fo/?s=62. Øll sendingin, ið er góðar 3 tímar lang, er eisini tøk á netinum.

Komin til Zagreb uttan kuffert

Rókur ringdi kl 21 fø. tíð og segði, at tey vóru umsíðir komin til Zagreb, har tað er kalt (frystir). Ein ‘guide’ bíðaði tolin eftir teimum, tá tey komu. Hesuferð hava øll hini uttan Rókur (og Petur Heðin) mist viðførið. Ella tað vil siga, at kuffertini standa enn í Frankfurt og koma eftir ætlan í morgin. Tó hava okkara fólk lært av fadesuna í Beograd, tí tey hava fingið sær trygging mótir mist/gloymt viðføri. Lagið av annars gott í Kroatia, skilti eg á lagnum. Í morgin fara tey í býin at keypa neyðsynjarvørur.

Svimjihylur í Álandi fær hitan úr sjónum

Vit á Jarðfeingi høvdu herfyri vitjan av nøkrum svenskum verkfrøðingum, í sambandi við at royndir verða gjørdar við berghita í Føroyum. Teir fortaldu ymiskt áhugavert, um hvussu hiti kundu fáast úr jørð, bergi, luft og vatni, og í hesum sambandi um hvussu nakrar svimjihallir í Svøríki brúktu ‘sjóhita’ til at hita vatnið við. Ein bílig og grøn loysn, sum átti at verið vælegnað eisini hjá okkum í Føroyum.

RS5
Continue reading Svimjihylur í Álandi fær hitan úr sjónum