Elspa og Katrine víðari í 200 blandað

Elspa (West Swim) svam seg í finaluna í 200 blandað við tíðini 2:22.23. Hennara tilmeldingartíð var 2:16.94. Í finaluni sleppur hon at svimja mótir favorittinum og lokal kappingarneytanum Katrine Holm Sørensen úr Swim Team Esbjerg. Katrine svam besta innleiðandi tíð: 2:16.93. Katrine minnast vit eisini frá NJM í fjørð. Tá vann hon 200 blandað við tíðini 2:21.68.

Kári aftastur í 50 frí

Tað gekk ikki væl hjá Kára í morgun. Í 50 frí kom Kári á mál við spakuligasta tíðini av teimum 55 svimjarunum, ið gjøgnumførdu innleiðandi riðlarnar. Tíðin hjá Kára var 25.90. Tilmeldingartíðin hjá honum var 24.89. Frederik Siem Pedersen, sum fólk muga minnast frá NJM í fjørð, tók ivaleyst fleiri av bóli tá hann svam bestu tíð og setti danskt junior met við tíðini 22.82.

Kári góð 6 sekund frá finalupláss í 200 rygg.

Kári megnaði ikki at kvalifisera seg til finaluna í 200 rygg. Tíðin hjá honum var 2:12.26. Kári hevði annars 6. bestu tilmeldingartíð (2:05.13) og svam tær fyrstu 50 metrarnar rættiliga skjótt (30.25), men ferðin var øgilig á 4 teimum fremstu í hansara riðli. Marcus Bak (Allerød), Anders Møller (Haderslev) og Mads Jensen (Birkerød) svumu allir seg í finaluna. Tá ið av tornaði varð Kári aftastur í sínum riðli.

Malan svam seg til hálvfinalu í 100 bringu

savnsmyndMalan megnaði fyri løtu síðani at kvalifisera seg til hálvfinalunar í 100 bringu. Tíðin hjá henni, 1:17.25, varð nakað frá hennara tilmeldingartíð, 1:15.04, men tað varð nóg mikið til eitt hálvfinalu pláss. Hon svam í 5. og síðsta riðli mótir favorittinum Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense, sum svam besta tíð í morgun (1:09.85).

Hvat etur Michael Phelps?

BBC skrivar, hvussu nógv Michael Phelps etur, tá hann venur.

Morgunmatur: tríggjar tvíflísar við egg, ost, tomat, salat, stoktan leyk og majones. Haraftrat tríggjar pannukøkur við sjokoláta, eina eggjakøku við 5 eggum, trý toastbreyð við sukri, eina skál við mais greyt og tveir koppar av kaffi.

Døgurði: hálvt kilo av pasta, tvær stórar ost og skinku tvíflísar við majones og orkudrykkir afturvið.

Nátturði: hálvt kilo av pasta við carbonara sós, eina stóra pitsa og orkudrykkir afturvið.

Tað gevur umleið 10.000 kaloriur ella tað sama sum 5 manns hava tørv fyri. Men tá venur Phelps eisini 5 tímar og brennur umleið 1.000 kaloriur hvønn tíma undir venjing. Phelps brennur fleiri kaloriur bara við at sita, enn tá vanlig fólk ganga. Í fylgi MESS etur Pál 12.000 kaloriur.