Videobrot av 400 frí innleiðandi

Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.

Mads, Pál og kongaríki

Ofta hava ævintýr eina hetju, ein skálk og eina prinsessu. So var eisini tá 800 m finalan varð svomin sunnudagin.

Fólk klappaðu spontant tá Mary og Fríðrikur trinu inn í høllina. Tey fingu heiðurspláss og kappingarskrá við eitt sindur av vegleiðing. Mads og Pál gjørdu seg klárar, kappingin byrjaði, og Mads legði seg framum. Men hálvhundrað metrar eftir á mál var Pál fremstur. Tó vann Mads tepurt, og Pál ynskti honum til lukku. Mads var ikki sørt sperlaður.

Hvør hetjan var og hvør skálkurin var skal vera ósagt 🙂

Fleiri myndir eru at finna á Sigma NS. Continue reading Mads, Pál og kongaríki

Pál slóg danska junior metið!!!

Pál førdi suverent frá byrjan til mál og blakaði Anders Lie afturum seg. Nýggja metið hjá Pál er 15:20.13, ið er 45 sek skjótari enn gamla føroyska metið og 7 sek skjótari enn gamla danska junior metið. Pál var sostatt bara 8 sek frá at taka danska metið á teininum.

Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 58.51, 2:00.14, 3:01.56, 4:03.58, 5:05.37, 6:07.20, 7:08.88, 8:10.76, 9:12.20, 10:13.88, 11:15.37, 12:17.16, 13:18.48, 14:19.91 og 15:20.13.

Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 16:03.75, also knappar 13 sek skjótari enn hansara innleiðandi tíð.

Jóannes Jacobsen: Fótbóltspælarir burdu lært av svimjarum

Útvarpið sendi í gjár frá ÍF-HB dystinum. Í pausuni tosaðu teir um komandi landsdystin millum Portugal og Føroyar. Jóannes Jacobsen segði, at aðrastaðnis er tað ein sjálvfylgja at venja og eta rætt, og at proffarnir hava tvey treningspass um dagin og nógva hvílu ímillum. Jóannes helt ikki, at man kundi krevja hetta av timburmonnum (les. landsliðsspælarar). Men hann segði eisini, at føroyskir fótbóltspælarir kundu lært nógv av svimjingini og aðrar einstaklingagreinir, har fólk – uttan samsýning – venja 30 tímar um vikuna, meðan dýrt betaltir fótbóltspælarir bara venja 5-6 tímar um vikuna “…og føra seg fram sum stjørnir”.