HS-svimjari í reklamufilmi

HS svimjarin Rutt Agnarsdóttir er í filminum hjá Tórshavnar Kommunu, sum Snarskivan hevur samskipað. Borgarstjórin Heðin Mortensen sigur so um filmin á torshavn.fo: “- Vit geva okkum kanska ikki altíð far um, hvussu nógv er at uppliva í nærumhvørvinum, og hvussu nógv tilboð eru í Tórshavnar kommunu. Økið íður í virksemi, og mong arbeiða dagliga við at gera Tórshavnar kommunu til ein savnandi miðstað við nógvum og spennandi tænastum til ung eins og gomul. Tað haldi eg eisini, vit síggja í filminum.”

BCN2013 – USA vann flest heiðursmerkir

Svimjarnir úr USA vunnu flest heiðursmerkir í heimsmeistarakappingini í Barcelona. Í alt vunnu amerikanarir 29 heiðursmerkir har av 16 vóru av gulli. Kina og Frakland gjørdir ávikavist nummar tvey og trý við 5 og 4 gull merkjum. Danmark bleiv, eins í Shanghai í 2011, nummar 9 við einum gulli og trimum silvur heiðursmerkjum. Svøriki bleiv nummar 11 og Finland nummar 20. Á talvuni her er heiðursmerkjabýtið millum lond.
Continue reading BCN2013 – USA vann flest heiðursmerkir

BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Sun Yang var tann stóra hetjan í gjár í 200 frí stafettini, har hann, sum síðsti maður hjá kinesum, heintaði góð tvey sekund og fangaði Japan og Frakland á allarsíðstu metrarnar og tryggjaði Kina eina bronsu við splitttíðini 1:43.15. Vit kunna samanbera tíðina hjá Sun Yang, sum gott nokk hevði flúgvandi start, við gull tíðina hjá Yannick Agnel í 200 frí, sum var 1:44.20. USA og Russland vunnu gull og silvur. Í videobrotinum sæst Sun Yang niðast á geil 8 aftaná 5 min og 10 sek.


Continue reading BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Lív vann Ólavsøkusvimjingina

Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann Ólavsøkusvimjingina í gjár við tíðini 5:27.8. Lív tangeraði harvið metið hjá Ceciliu Eysturdal frá í fjør. Metið hjá monnum er 4:18.0, sum Magnus Jákupsson setti í 2011. Nummar tvey og trý í opna bólkinum vóru ávikavist Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Remi Lamhauge, bæði úr Havnar Svimjifelag. Skjótasta kvinna yvir 25 ár var Anja Joensen framman fyri Randi Holm og Anida Johannesen. Anja eigur sjálv metið frá í fjør sum er 8:44.0. Hjá kvinnum undir 25 ár vann Lív Erlingsdóttir Eidesgaard framman fyri Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir. Skjótasti, og einasti, maður undir 25 var Bartal Erlingsson Eidesgaard. Hjá monnum yvir 25 vann Remi Lamhauge við nýggjum metið á 6:16.8 framman fyri Erling Eidesgaard (6:27.5) og Uni Kárason Petersen (6:51.3), allir skjótari enn masters metið hjá Erlingi á 6:52 frá 2011.


Frá vinstru Vár og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir
Continue reading Lív vann Ólavsøkusvimjingina

BCN2013 – tveir svimjarar úr Saint Lucia og Etiopia

FINA varpar ljós á svimjarar undan HM kappingarnar. Her eru tveir svimjarar, Bradford Worrell úr Saint Lucia, ið luttekur í 50 og 100 bringu og Robel Kiros Habte úr Etiopia, ið fer at svimja 50 og 100 frí. Góð 172.000 fólk búgva á Saint Lucia, ið liggur í Karibia. Brad fortelur at tey hava eini 500 kappsvimjarar. Í Føroyum hava vit umleið 900 kappsvimjarar. Etiopia hevur yvir 91 milliónir íbúgvar, men knapt helvtin dugir at svimja og umstøðurnar fyri kappsvimjing eru so sum so.

Enn ein met skjót FM stevna

Tey seinastu árini hava FM vinnarar svomið skjótari og skjótari. Aftur í ár megnaðu FM vinnarar at svimja skjótari – í miðal – enn árið fyri. Gulltíðir hjá staklingum síggjast her roknaði í 2009 Fina stigum og í leypandi stigum.

Continue reading Enn ein met skjót FM stevna