Máta frástøðu í langhylum

Í Google Maps er eitt tól, ið kann máta frástøðu í langhylum. Tólið ‘Distance Measurement tool‘ liggur undir ‘Maps Labs‘ niðast til vinstru. Í ‘geeky option‘ kann man velja onnur mát enn metrar og føtur. Til dømis ‘Olympic swimming pool‘. Sostatt kann ber til at máta stytsta leið yvir um Nólsoyarfjørð at vera gott og væl 80 langhyljar.

Úrslit frá BankNordik stevnuni 26. og 27. januar 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá SuSvim-stevnuni í Vági í gjár og í dag, umframt dátufílur til hagtalsbrúk. Ægir svimjarir vunnu flest gull heiðursmerkir. Eyðbjørn Joensen úr Susvim var mest vinnandi einstaklingur við 6 gull og 3 silvur – eitt vet frammanfyri Biritu Debes (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) við ávikavist 6 og 5 gull.

Her eru úrslitini við fyrivarni fyri feilum.

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 15 5 9
HS 8 14 6
SuSvim 8 11 11
Reysti 1 3
FLOT

Continue reading Úrslit frá BankNordik stevnuni 26. og 27. januar 2013

Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum

Tað er torført at skilja, hvussu góð úrslitini hjá Páli Joensen eru fyri Føroyar sum svimjitjóð. HM bronsuheiðursmerkið hann vann sunnudagin í Istanbul legði Føroyar á einum deildum 23. plássi saman við Kekkia og Trinidad & Tobago. Gott nokk liggja vit aftast millum londini sum vunnu heiðursmerkir, men aftanfyri okkum liggja 137 tjóðir, ið einki vunnu. Har í millum sterkar svimjitjóðir sum Svøriki, Holland, Kanada, Eysturríki, Serbia og Tunesia, ið vanliga kappast um heiðursmerkir.

Føroyar millum tey 25 bestu av 162 luttakandi londini.
Continue reading Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum

Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93

Pál Joensen vann í kvøld HM bronsu í Istanbul við tíðini 14:36.93 aftanfyri Mads Glæsner (14:30.01) og evropameistaran Gregorio Paltrinieri (14:31.13). Teir tríggir fylgdust at tað mesta av teininum til Paltrinieri setti ferðina upp við Mads í hølunum tá 500 metrar vóru eftir. Mads tók yvir teir síðstu 50 metrarnar. Fyrrverandi heimsmeistarin, Mateusz Sawrymowicz, royndi at fanga Pál aftur, men Pál megnaði at halda hann aftanfyri seg.

DSC01729
Continue reading Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93

Pál svimur HM finalu kl 18:36

Pál Joensen svimur í 1500 HM-finaluni í Istanbul kl 18:36 føroysk tíð, sum er 20:36 lokal tíð. Kappingin verður varpað beinleiðis á turkisku sjónvarpsrásini TRT3. Ensk miðlafólk, Stuart Storey og fyrrverandi svimjarin Alison Sheppard, siga frá á rásini hjá FINA. Eisini ber til at síggja splitttíðirnar á Omegatiming.com. B-, C-, D- og E-finalurnar vóru í morgun.
Skjótasta tíðin í morgun átti Matthew Levings úr Avstralia. Tíðin hjá honum var 14:40.05. Ryan Feeley úr USA var bara 1/100 sekund spakuligari. Tí noyðast svimjarnir í kvøld svimja undir 14:40.05 fyri at geva sær vónir um eina medalju. Pál svam fyri góðum mánaði síðani 14:44.83 í Tokyo.

12-12-2012

Í samband við dagin í dag, 12-12-2012 klokkan 12:12, verður víst á 12 tíðindi, ið nevna talið 12.