Altjóða svimjisambandið FINA bjóðaði herfyri Svimjisambandi Føroya at verða partur av eini serligari verkætlan til at styrkja um okkara fyrisiting, sum liður í ‘good governance’ átakinum hjá FINA ið varð sjósett í fjør summar.

Altjóða svimjisambandið FINA bjóðaði herfyri Svimjisambandi Føroya at verða partur av eini serligari verkætlan til at styrkja um okkara fyrisiting, sum liður í ‘good governance’ átakinum hjá FINA ið varð sjósett í fjør summar.
Farna vikuskiftið skipaði evropeiska svimjisambandið LEN fyri eykaaðalfundi í Cascais í Portugal, har tað á skránni var serliga at gjøgnumganga tað sum ‘nýggja LEN’ hevur tikist við hesar fyrstu 100 dagarnar, umframt at fáa gjøgnumført nakrar átroðkandi ábøtur av evstulógini, og at sleppa at møtast á veruligum fundum við undirnevndirnar.
Her er innbjóðing til FM fyri lið á Føroyaleikum 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 2. juli 2022.
Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistarastevnuni 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. mai 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Her er startlistin til AldursBólkaMeistarastevnuna 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. mai 2022. Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum úttøku til HeimsMeistarastevnuna 2022, sum verður í Budapest í Ungarn hin 18. til 25. juni 2022.
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 4. til 6. juni 2022. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Vegna SSF
Rókur
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini á Argjum, nú leygardagin hin 30. apríl 2022. Tilsamans vóru tey einir 130 ungir svimjarar úr okkara yngstu aldursbólkum sum royndu seg, í tveimum stevnupørtum hendan leygardagin á Argjum.
Her eru úrslitini frá svimjingini tvørtur um Skálafjørð í gjár, leygardagin hin 30. apríl 2022, sum Svimjifelagið FLOT og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Teinurin var frá Akkersvík á Skála til pierin á Skipanesi, sum var 1.2-1.3 km at svimja. Tilsamans vóru tey 23 sum løgdu til brots, og øll sum gjøgnumførdu teinin.
Besta liðsvimjingin hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met, tá ið tey á Atlantic Open 2022 svumu seg til úrslitið 4:25.50 í 4×100 blandað fyri mix-lið, har metið hjá Ægir frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:29.30.
Tey sum svumu fyri SuSvim, vóru: