Óli 8:11.77 og silvur í 800 frí á Danish Open 2018

Danish Open 2018 byrjaði í dag, har Óli Mortensen nú seinnapartin skuldi royna seg í besta riðli í 800 metra frísvimjing. Og har varð tað til eitt silvurheiðursmerki til Óla, við tíðini 8:11.77 aftanfyri Alexander Aslak Nørgaard sum við tíðini 8:03.37 setti stórt danskt juniormet.

Continue reading Óli 8:11.77 og silvur í 800 frí á Danish Open 2018

Óli og Alvi til Danish Open 2018

Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.

Continue reading Óli og Alvi til Danish Open 2018

1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Continue reading 1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Vegna Fróðskaparsetrið og SSF

  • Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
  • Rókur í Jákupsstovu, Svimjisamband Føroya

Sí eisini setur.fo

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.


Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

Her er innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, hin 10. til 12. mai 2018.

Hetta er stevnan sum fyrr æt JM/MU (JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung), sum nú er víðkað til eisini at hava ein seniorbólk.

Continue reading Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

Juniordreingirnir hjá Havnar Svimjifelag settu í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu metið á 4:32.57, frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða.

HS-dreingir juniormet í 4×100 blandað. Frá vinstru Bartal E. Eidesgaard, Óðin Jákupsson, Johan N. Dam og Høgni H. Thomassen

Teir sum settu metið fyri HS í dag, vóru Óðin Jákupsson (2002, 1:10.41 í 100 rygg), Bartal E. Eidesgaard (2003, 1:15.59 í 100 bringu), Johan N. Dam (2002, 1:02.02 í 100 firvald) og Høgni H. Thomassen (2002, 59.10 í 100 crawl).

úrslitalistan her.

SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í fjør.

SuSvim-dreingir juniormet í 4×100 frí

Teir sum settu metið fyri SuSvim í gjár, vóru Bartal Debess (2002, 59.32), Rani Jacobsen (2001, 1:01.07), Rói Bech (2001, 59.17) og Rúni Bech (2002, 1:03.63).

úrslitalistan her.

Alvi 4:32.41 og nr 8 í 400 blandað á Swim Open Stockholm 2018

Alvi Hjelm svam seg í morgun til A-finalu á Swim Open Stockholm 2018, við tíðini 4:33.47 í 400 metra blandaðari svimjing, fyri síðani í A-finaluni at svimja seg til eitt 8. pláss við tíðini 4:32.41. Alvi eigur føroyska metið á 4:30.17, frá Danish Open í 2016.