Óli 15:37.57 og nr 7 í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018

Óli Mortensen luttók nú seinnapartin í finalu á Swim Open Stockholm 2018, og megnaði har at svimja seg til eitt 7. pláss í 1500 metra frísvimjing, við nýggjum persónligum meti á 15:37.57.

Hetta var 2 tíggjundapartar skjótari enn hansara til nú besta tíð, sum var 15:37.77 frá HM í Budapest í fjør summar. Og tí eisini væl betri, tí at tíðin tá var aftaná fulla
niðurtrapping.

Continue reading Óli 15:37.57 og nr 7 í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018

Óli í besta riðli í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018

Óli Mortensen skal nú seinnapartin royna seg í 1500 metra frísvimjing á Swim Open Stockholm 2018, við 8. bestu tíð av teimum tilsamans umleið 45 í hesi kapping. Hann lá upprunaliga til at verða beint uttanfyri skjótasta riðil, men kom nú inn vegna frámeldingar hjá øðrum svimjarum.

Skjótasti riðil sæst til dømis í svenska Eurosport, umframt sum stroyming her. Tað er eingin ivi um at kappingin verður sera hørð, nú luttakararnir eru til dømis ukrainski Mykhaylo Romanchuk sum vann silvur á HM í Budapest í fjør summar, og Sergiy Frolov og Wojciech Wojdak sum vóru í finaluni eisini tá.

Alvi nr 32, Óli nr 38 í 400 frí á Swim Open Stockholm 2018

Tey eru byrjað at kappast á Swim Open Stockholm 2018, har Óli og Alvi í morgun skuldu royna seg í innleiðandi 400 metra frísvimjing.

Og her dró Alvi longra stráið av teimum báðum, við at svimja 4:07.82 og 32. skjótastu tíð av 98 luttakarum, meðan Óli við 4:10.52 varð nr 38.

Tað kravdi eitt 16. pláss at koma víðari til finalurnar seinnapartin, og kunnu teir tí spara seg til næstkomandi dagar.

Óli og Alvi til Swim Open Stockholm 2018

Sviar skipa nú 5. til 8. apríl fyri Swim Open Stockholm 2018, har eisini føroyingar luttaka. Óli Mortensen fer at royna seg í 400, 800 og 1500 frí, meðan Alvi Hjelm fer at royna seg í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Continue reading Óli og Alvi til Swim Open Stockholm 2018

Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 kappingum, hesar 3 stevnupartarnar, har SuSvim menn settu føroyskt met í 4×50 blandað, og Róland Toftum føroyskt met í 50 bringu.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag, og eigur eisini føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil, á 29.43 frá Danish Open 2017.

(Niels Juel Arge filmaði)