Stroyming frá 8° Trofeo Città di Milano

Sum nevnt fara Rókur Trygvason og Signhild Joensen at royna seg á altjóða stevnu í Milano, nú í vikuskiftinum, og fylgja vit tí sjálvsagt við í tann mun sum vit megna. Heimasíðan hjá stevnuni eitur trofeocittadimilano.it, og nevnir millum annað at Raisport+ fer at senda frá finalunum fríggjadagin, umframt at har verður stroyming á hesari rásini …

Signhild og Rókur til 8° Trofeo Città di Milano

Í morgin fara Signhild Joensen og Rókur Trygvason úr Ægir til Italia at kappast, saman við venjara teirra, Juan Jaime Arroyo-Toledo. Hetta á altjóða stevnuni Trofeo Città di Milano, í Milano. Kappast verður nú fríggjadag til sunnudag 9. til 11. mars, sí nuotatorimilanesi.it og trofeocittadimilano.it

Úttøka til Danish Open 2018

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018:

  • úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Lena Rannváardóttir (1998), Marius I. Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998), Óli Mortensen (1996), Vár E. Eidesgaard (2001)
  • úr Ægir: Barbara Debes (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000), Signhild Joensen (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002)
  • úr Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård (2003), Rani Jacobsen (2001), Róland Toftum (1998), Sára R. Nysted (2001)
  • úr svimjifelagnum Reysta: Ásbjørg Hjelm (1999)
  • úr svimjifelagnum FLOT: Birita Debes (1995)

Svimjararnir fáa sum upptakt til hesa luttøku bjóðað luttøku eisini á venjingarlegu í Vági, vikuskiftið hin 16. til 18. mars 2018, undir leiðslu av sínum venjarum og Páli Joensen.

Væleydnað SSF ráðstevna við Gjógv

Svimjisamband Føroya skipaði nú í vikuskiftinum fyri ráðstevnu í Gjáargarði við Gjógv, fyri nevndarlimum í SSF og føroysku svimjifeløgunum, umframt umboðum fyri Svimjiskúla Føroya. Hetta gjørdist nakrir sera produktivir dagar, við fokus á serliga tað sum skal gerast hetta komandi árið og fram til summarið 2019.

Continue reading Væleydnað SSF ráðstevna við Gjógv

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018

Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági.

Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, og fingu vit m.a. 4 nýggj føroysk juniormet og 1 nýtt føroyskt met.

Havnar Svimjifelag var mest vinnandi felag, meðan Signhild Joensen úr Ægir átti besta avrikið, á 745 FINA stig fyri tíðina 1:04.11 í 100 metra ryggsvimjing.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018

SuSvim dreingir 4:32.57 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað

Dreingjaliðið hjá SuSvim setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4:32.57. FLOT átti metið áðrenn hetta, á 4:54.95 frá FM á langgeil í fjør.

SuSvim-dreingir í Páls Høll. Yvonna Toftum eigur myndina.

Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:

  • Rúni Bech (2002) 1:11.64 í 100 rygg
  • Rani Jacobsen (2001) 1:11.51 í 100 bringu
  • Rói Bech (2001) 1:09.86 í 100 firvald
  • Bartal Debess (2002) 59.56 í 100 frí

Sí úrslitalistan her

Vár 28.54 og føroyskt juniormet í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.54 sekund. Sí úrslitalistan her.

Vár átti sjálv nú farna juniormetið á 28.80 sekund, frá SuSvim-stevnu í mars mánaða í fjør. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29 sekund, frá Danish Open í 2014.

Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.