Vár 58.12 og stórt nýtt føroyskt met í 100 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági svam teinin uppá 58.12 sekund.

Sára Ryggshamar Nysted átti nú farnu metini á 58.67 sekund, frá Reykjavík International í januar 2016. Besta tíð hjá Vár var 59.17 áðrenn hetta, frá FM á langgeil í fjør.

Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.

Vár 27.17 og føroyskt juniormet í 50 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 27.17 sekund.

Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 27.23 sekund, frá EM í Debrecen í mai 2012, meðan besta tíð hjá Vár var 27.26 sekund áðrenn hetta, frá SuSvim-stevnu í januar mánaða. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 27.06 sekund, frá Danish Open í 2016.

Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.

Startlistar til SuSvim-stevnuna 24. og 25. februar 2018

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Páls Høll í Vági nú leygardagin og sunnudagin 24. – 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Úrslit frá HS-stevnuni í Kollafirði 17. februar 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Kollafirði, nú leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong á at stevna var í Kollafirði.

Langhylurin komin í langdrag

Bæði vit í Havnar Svimjifelag og stóra fjøldin av virknum svimjarum í Tórshavnar kommunu settu sítt álit á, at nú ein fyrrverandi elitusvimjari settist í borgarstjórasessin, so fór ætlanin at byggja ein langhyl í Gundadali at halda. Vit hugsaðu øll, at nú kundi einki seinka byggingini. Tí fingu vit sum vátan vøtt frammaná henda dagin, tá býráðsmeirilutin boðaði frá, at ætlanin nú verður útsett. Kundi tað hugsast, at gamli landsliðssvimjarin í borgarstjórasessinum hevði gloymt svimjingina, ella var hon komin í minniluta í sínum egna meiriluta?

Continue reading Langhylurin komin í langdrag

Almennur fyrilestur um doping og match-fixing, 15. februar 2018

Lesið her á isf.fo

Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni, sum er í Havn

  • Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum.
  • Magni Mohr, granskari, fer at hugleiða um doping og heilsu.
  • Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, fer at tosa um ólóglig evnið, sum verða flutt inn í landið.
  • Annemarie Haar Kristensen fyri Antidoping Danmark fer at tosa um doping og ítrótt.
  • Umboð úr Tvørmegi fer at kunna um týdningin at hava eitt reint dopingumhvørvi innnan fitnesumhvørvi.
  • Jarvin Feilberg Hansen frá Antidoping í Føroyum fer at tosa um dopingarbeiði í Føroyum.

Úrslit frá Ægir-stevnuni 10. og 11. februar 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin og sunnudagin 10. og 11. februar 2018, sum Ægir skipaði fyri.

Tilsamans vóru tey einir 115 íðkarar og 48 lið úr øllum 6 feløgum sum kappaðust tilsamans 783 ferðir í 40 kappingargreinum.

Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 10. og 11. februar 2018