Norðmenn sett forboð fyri dýrum svimjiklæðum til børn undir 13

Stjórnin í Norges Svømmeforbund hevur samtykt at børn undir 13 ár ikki eiga at nýta tær kappingardraktir og -buksur sum í dag ofta kosta fleiri túsund krónur stykkið, men heldur halda seg til at keypa vanlig svimjiklæðir fyri kanska uppí 500 krónur stykkið.

Continue reading Norðmenn sett forboð fyri dýrum svimjiklæðum til børn undir 13

NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018

Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu nú týsdagin hin 31. januar, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018, heldur enn sum áður lýst í Hamar í Noregi hin 7. til 8. juli 2018.

Kravtíðarskipanin verður verandi hin sama hjá Svimjisambandi Føroya, nú bara við hesum broytingum í vertsbýi og dagfesting.

Riga, Latvia. Image courtesy of filin127, CC0 1.0

Continue reading NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018

Tjúgu heiðursmerkir til Ægir í Reykjavík

Tað gekk bara heilt ókey hjá Ægir úr Klaksvík, nú kappast varð á Reykjavík International Games 2018. Tilsamans vunnu tey 7 gull, 6 silvur og 7 bronsur, og vóru hartil sum skilst triðbesta felag á stevnuni, í mun til fimtbesta í fjør.

Continue reading Tjúgu heiðursmerkir til Ægir í Reykjavík

Óli 15:55.95 og silvur í 1500 frí á Grand Prix Malmö

Óli Mortensen megnaði aftur í dag at vinna sær heiðursmerki á Grand Prix Malmö 2018, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:55.95. Hetta rakk til eitt silvurheiðursmerki, aftanfyri svenska Victor Johansson á 15:38.40.

Continue reading Óli 15:55.95 og silvur í 1500 frí á Grand Prix Malmö

Flott úrslit til Ægir eisini triðja dag á RIG 2018

Ægir-svimjararnir gjørdu aftur vart við seg í dag, á Reykavík International Games 2018, og vunnu tá ið øllum førum nøkur gull afturat, umframt silvur og bronsu. Hartil varð Signhild Joensen heiðrað fyri at hava framt triðbesta avrik á stevnuni.

Continue reading Flott úrslit til Ægir eisini triðja dag á RIG 2018

Óli bronsu í 400 frí á Grand Prix Malmö

Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royna seg í dag og í morgin á svimjistevnuni Grand Prix Malmö 2018, við sínum danska felagi Hovedstadens Svømmeklub. Og tað gongur ókey – Óli vann nú í kvøld bronsu í 400 frí, við tíðini 4:01.36, meðan Alvi í 400 blandað varð nr 5 við tíðini 4:38.85. Sí úrslitalistan her.

IMG_3216.JPG
Alvi og Óli á Grand Prix Malmö 2017

Ægir flúgvandi í Reykjavík

Annar dagur er nú avgreiddur á svimjistevnuni Reykjavík International Games 2018, við góðum úrslitum til føroysku svimjararnar úr Ægir. Sambært SwimRankings hava okkara til nú vunnið 1 gull, 2 silvur og 2 bronsur í opnu kappingini, umframt heiðursmerki eisini í kappingini fyri svimjarar 14 ár og yngri.

rig2018-jana-100firvald
Jana B. Thomsen gull í 100 firvald á RIG 2018

Continue reading Ægir flúgvandi í Reykjavík

Nógv heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, fyrsta kvøld á RIG 2018

Tey eru nú liðug við fyrsta stevnupart á Reykavík International Games 2018, og gekk tað bara heilt væl hjá føroysku svimjarunum úr Ægir har. Nógv komu víðari til finalurnar í morgin, umframt at heiðursmerki vórðu vunnin í ungdómskappingini, og í teimum einstøku (longri) kappingum sum vórðu avgreiddar sum beinleiðis finalur.

aegir-a-rig-2018
Ægir á RIG 2018. Agnes Vágseið Sivertsen eigur myndina.

Continue reading Nógv heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, fyrsta kvøld á RIG 2018