Føroysku metlistarnir nú á SwimRankings

Starvsnevnd SSF samtykti fyri nøkrum mánaðum síðani at vilja flyta sínar skrásetingar av føroyskum metum og juniormetum í svimjing, frá eini heimagjørdari loysn til SwimRankings. Hendan tilgongd er nú so mikið liðug, at røttu metlistarnir kunnu sigast at vera teir á SwimRankings.


Continue reading Føroysku metlistarnir nú á SwimRankings

Innbjóðing til Ægir Open 10. og 11. februar 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open í Klaksvík hin 10. og 11. februar 2018, sum Ægir skipar fyri. Beinleiðis úrslit fara at kunna síggjast her á livetiming.se

FINA góðkent FMS og ABMS 2018 sum úttøkustevnur til HMS 2018

Altjóða svimjisambandið FINA góðkendi her í vikuni tvær føroyskar meistarastevnur sum ‘qualifying events’ til HM á stuttgeil 2018, og sæst tað tí nú eisini í offisiella yvirlitinum á heimasíðu FINA.

Talan er um FM á stuttgeil 2018, sum verður í Havn hin 26. til 28. oktober, umframt AldursBólkaMeistaraStevnuna 2018, sum verður í Klaksvík hin 10. til 12. mai.

Continue reading FINA góðkent FMS og ABMS 2018 sum úttøkustevnur til HMS 2018

Kravtíðir til HMS 2018 í Hangzhou, Kina

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við einum kravtíðarskeiði sum er eitt sindur stytri enn tað hjá FINA.

Hangzhou. Image courtesy of Pixabay, CC0 1.0

Gevið gætur at tær skulu klárast á serliga FINA góðkendum stevnum. Tekniska nevnd FINA hevur júst svarað okkum, at tey góðkenna okkara tvær stuttgeilameistarastevnur í 2018 sum kravtíðarstevnur til Hangzhou 2018 – Tað vil siga AldursbólkaMeistaraStevnan 2018 í Klaksvík hin 10. til 12. mai 2018, og FM á stuttgeil 2018 í Tórshavn hin 26. til 28. oktober 2018.

Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á heimasíðu SSF

Kravtíðir til EM 2018 í Glasgow

Her eru kravtíðirnar til EvropaMeistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Glasgow í Skotlandi hin 3. til 9. august 2018. Hesar kravtíðir vóru eisini sendar feløgunum í november 2017.

Hetta verður ein heilt serlig stevna, við tað at tað samstundis verður skipað fyri evropameistarastevnu í súkkling, golf, amboðsfimleiki, rógving og triathlon í Glasgow, umframt at Berlin skipar fyri evropameistarastevnu í frælsum ítrótti.

Continue reading Kravtíðir til EM 2018 í Glasgow