725.000 krónur til svimjingina frá Úrvali í 2018

Úrval kunngjørdi í dag útlutingina av úrvalsstuðli fyri 2018, har svimjingin fekk stóran part av samlaðu játtanini á eina millión krónur. Úrvalssvimjararnir í ár eru teir somu sum fingu stuðul í fjør, undantikið Pál Joensen sum seinastu tíðina hevur hildið ein steðg frá kappsvimjingini.

Svimjararnir sum nú í 2018 hava fingið stuðul, eru:

  • Óli Mortensen: 150.000 kr.
  • Signhild D. Joensen: 150.000 kr.
  • Marius Ihlen Gardshodn: 100.000 kr.
  • Vár E. Eidesgaard: 100.000 kr.
  • Alvi Hjelm: 100.000 kr.
  • Sára R. Nysted: 75.000 kr.
  • Ungir úrvalssvimjarar: 50.000 kr.

Continue reading 725.000 krónur til svimjingina frá Úrvali í 2018

Úrslit og myndir frá SMS Xmas Jólasprint 2017

Her eru úrslitini frá SMS Xmas Jólasprint 2017, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú hósdagin hin 21. desember 2017. Hartil nakrar útvaldar myndir, og video frá ‘dunnustafettini’.

Myndir

Video frá Dunnustafettini

Kappingin

Dunnuhandan

17-ára-gamli Kolesnikov 48.90 og nýtt heimsmet í 100 rygg

Lesið t.d. her á SwimmingWorld

https://www.swimmingworldmagazine.com/news/kliment-kolesnikov-takes-down-world-record-in-100-back-scm/

Image courtesy of Deepbluemedia / Giorgio Scala

So er tað SMS Xmas Jólasprint 2017

Havnar Svimjifelag skipar nú hósdagin hin 21. desember 2017 fyri sokallaðu “SMS Xmas Jólasprint kappingini”, sum er árlig svimjistevna beint upp undir jól, við ‘dunnustafett’ sum eina av høvuðsattraktiónunum.

Tað er har 6 svimjarar úr hvørjum felag luttaka, við 2 mannligum og 2 kvinnuligum svimjarum, umframt 1 venjara og 1 leiðara.

Sí innbjóðingina: sms-xmas-jolasprint-2017-innbjoding.pdf