LEN stroymar frá EM á stuttgeil 2017

Evropeiska svimjisambandið LEN kunngjørdi nú á innleiðandi tíðindafundi áðrenn EM á stuttgeil 2017, at har verður stroyming frá stevnuni. Eg spurdi eitt sindur nærri, og skilji at tað er á hesari rásini á Dailymotion, sum eisini er at finna umvegis heimasíðuna hjá LEN, www.len.eu

Continue reading LEN stroymar frá EM á stuttgeil 2017

So er tað EM á stuttgeil 2017

Í morgin byrjar sjálv svimjistevnan á EvropaMeistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum danir saman við LEN skipa fyri í Royal Arena í Keypmannahavn. Føroyski hópurin er komin upp á pláss, og er farin undir síðstu fyrireikingar.

Her eru nakrar myndir frá fyrstu venjing hjá okkum í EM-hylinum í gjár …

Continue reading So er tað EM á stuttgeil 2017

Óli greitt besti svimjari á NM/NJM 2017

Óli Mortensen snøgt sagt ‘kom, sá og sigraði’, tá ið hann í síðstu viku luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2017. Hóast hann luttók bara í éinari kapping, og vegna tíðarneyð mátti skera av ferðini í báðum endum, so endaði tann luttøkan við at verða greitt besta avrik av øllum, á hesum NM/NJM.

Continue reading Óli greitt besti svimjari á NM/NJM 2017

So er vatn í EM-hylinum í Royal Arena

Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar her um tilgongdina at gera nýggja Royal Arena í Keypmannahavn klára til EM á stuttgeil 2017, at tey nú hava fylt hylin við teimum neyðugu tveimum milliónum litrum av vatni.

Tey verða 548 svimjarar sum fara at luttaka á hesum EM, har vertstjóðin Danmark hevur størsta hópin á 38 svimjarar, og Italia hin næststørsta við 36 svimjarum. Sí startlistarnar her á len.eu

Sí eisini euroswim2017.com og facebook.com/euroswim2017

Signhild føroyskt met og norðurlendskur meistari í 200 rygg

Signhild Joensen megnaði í gjárkvøldið at gerast norðurlendskur meistari í 200 ryggsvimjing, samstundis sum hon við tíðini 2:09.32 setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet. Sí úrslitalistan her

Signhild átti sjálv metini á 2:10.11, frá FM á stuttgeil í mars 2017, og er harvið eisini fyrsta føroyska kvinna undir 2:10 í 200 metra ryggsvimjing.

Vár 56.98 og føroyskt met í 100 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í finaluni á NM/NJM 2017 svam teinin uppá 56.98 sekund. Sí úrslitalistan her.

Vár átti sjálv føroyska metið á 57.09, frá FM í november mánaða, og er harvið eisini fyrsta føroyska kvinna undir 57 sekund á 100 metra teininum.