Óli 15:02.27 og gull í 1500 frí á NM 2017

Óli Mortensen megnaði á fyrsta degi av NM/NJM 2017 at vinna sær norðurlendskt gullheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, tá ið tann kappingin varð avgreidd í Laugardalslaug í Reykjavík.

Hetta í stórum stíli við nýggjum persónligum meti á 15:02.27, frammanfyri danska Alexander Aslak Nørgaard á 15:10.34 og svenska Mattias Glenesk á 15:27.35.

Óli og Alexander høvdu sum kunnugt eina øgiliga holmgongu á hesum teini á DM á stuttgeil herfyri, har Alexander endaði við at draga longra stráið í endaspurtinum. Men nú á NM var eingin endurtøka av hesum, við tað at Óli longu frá 200 dró væl frá hinum.

Sí úrslitalistan her. Besta tíð hjá Óla var 15:10.09 áðrenn hetta, frá HM á stuttgeil í Doha í 2014.

Signhild tvær ferðir føroyskt met, og bronsu á NM 2017

Signhild Joensen megnaði tvær ferðir at seta føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, umframt at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki á teininum, tá ið hendan kapping varð avgreidd nú á fyrsta degi av NM/NJM 2017 i Reykjavík.

Fyrst svam hon 1:00.91 í innleiðandi riðlunum um morgunin, til at kvalifisera seg til finaluna sama kvøld, og síðani betraði hon aftur um síni met til 1:00.50 í finaluni, sum rakk til bronsu í sera tættari kapping við donsku Sara Sylvest á 1:00.31 og Onnu Brandt Nielsen á 1:00.48.

Sí úrslitalistan her. Signhild átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 1:01:00, frá Ægir-stevnu í oktober mánaða.