Heiðursmerkir til føroyingar í Køge eisini

Svimjistevnan Køge Open 2017 byrjaði í gjárkvøldið, við innleiðandi riðlum og nøkrum beinleiðis finalum eisini. Og her megnaðu Kristina Skála úr Havnar Svimjifelag og Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag at vinna hvør síni tvey heiðursmerki.

Continue reading Heiðursmerkir til føroyingar í Køge eisini

DM-K 2017: Alvi og Frans í A-finalu í 400 blandað

Tey eru nú í gongd við næsta dag á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017, har Alvi Hjelm og Frans Johannessen fyri løtu síðani royndu seg í innleiðandi 400 blandað. Og tað gekk bara væl – báðir komu víðari til besta riðil í kvøld, Frans eftir enntá við risa persónligum meti.

Continue reading DM-K 2017: Alvi og Frans í A-finalu í 400 blandað

DM-K 2017: Óli 7:53.68 og gull í 800 frí

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017 – og Frans Johannessen silvur – tá ið finalan í 800 metra frísvimjing fyri menn varð avgreidd. Tíðin 7:53.68 er stórt nýtt persónligt met hjá Óla, í mun til hansara 7:57.56 frá tá ið hann vann gull í somu grein á DM á stuttgeil í fjør.


Continue reading DM-K 2017: Óli 7:53.68 og gull í 800 frí

DM-K 2017: Magnus Jákupsson 53.63 í 100 blandað og undir kravið hjá dønum til EM á stuttgeil 2017

Magnus Jákupsson royndi seg fyri løtu síðani í DM-finaluni í 100 metra blandaðari svimjing, og vann har silvur við tíðini 53.63, har kravið hjá dønum til EM á stuttgeil 2017 er 53.83.

Daniel Skaaning vann gull við nýggjum donskum meti á 53.17, sum merkir at hann sjálvsagt eisini er úttikin til hesa grein á EM á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember.

úrslitalistan her.

FINA kunngjørt rættaðar kravtíðir til Hangzhou 2018

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag nakrar rættingar til kravtíðirnar til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 3. til 8. desember 2018. Sí viðfesta memo, har rættaðu tíðirnar eru frámerktar við gulum.

Í verandi løtu hava Óli og Signhild klárað kravdu tíðir.

Continue reading FINA kunngjørt rættaðar kravtíðir til Hangzhou 2018

DM-K 2017: Alvi 8:10.12 í 800 frí, Óli og Frans beint í skjótasta riðil í kvøld

Alvi Hjelm royndi seg fyri løtu síðani í 800 metra frísvimjing, á DM á stuttgeil 2017 Greve, og svam har teinin uppá 8:10.12. Besta tíð hjá honum nakrantíð er 8:08.37 frá DM í Gladsaxe í 2013, har hann tó seinastu árini serliga hevur miðsavnað seg um miðaltein og blandað.

Óli Mortensen svam ikki hendan teinin í morgun, tí at teir átta við bestu tilmeldingartíðum bíða til tann væntaða skjótasta riðil í kvøld. Og her hevur Óli so bestu tilmeldingartíð av øllum, 7:57.56 frammanfyri næstskjótasta Mads Holm á 8:06.13, og Frans Johannessen á 8:07.66.

DM-K 2017: Magnus Jákupsson 3. bestu tíð í innleiðandi 100 blandað

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 100 metra blandaðari svimjing svam triðbestu tíð av teimum 34 luttakandi, 55.38 aftanfyri Daniel Skaaning á 54.01 og Simon Vingolf Larsen á 55.30. Sí úrslitalistan her.

Føroyingar í hópatali til Danmarkar at kappast

Hetta vikuskiftið fer ein rúgva av føroyskum svimjarum at kappast í Danmark, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, umframt á Køge Open 2017. Og útlit eru til heiðursmerki bæði her og har, í svimjihyljunum í Greve, Køge og Herfølge.

Continue reading Føroyingar í hópatali til Danmarkar at kappast