Eyka úttøka til EM á stuttgeil 2017

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.

  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir

Continue reading Eyka úttøka til EM á stuttgeil 2017

So er tað FM á stuttgeil 2017

Svimjihøllin í Gundadali verður nú um vikuskiftið karmur um árligu FøroyaMeistarastevnuna á stuttgeil, sum samstundis er avgerandi fyri úttøku til NM/NJM og EM á stuttgeil í desember. Kringvarpið sjónvarpar allar tríggjar finalupartar, frá kl 17:00 til 19:00, fríggjadag 3. til sunnudag 5. november 2017.

Continue reading So er tað FM á stuttgeil 2017

Ægir-gentur 4:25.53 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað

Eitt met manglaði at verða noterað frá Ægir-stevnuni hin 21. og 22. oktober 2017, og var tað tá ið tær fýra Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Jana B. Thomsen og Barbara Debes úr Ægir svumu seg til nýtt føroyskt juniormet við tilsamans 4:25.53 í 4×100 blandað. Continue reading Ægir-gentur 4:25.53 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað

Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017

Danir hava nú lagt út startlistan til DM á stuttgeil 2017, sum verður í Greve Svømmehal hósdagin til sunnudagin 9. – 12. november. Og tað eru sum ikki einaferð útlit til føroysk heiðursmerki, bæði hjá svimjarum við føroyskum og donskum svimjitjóðskapi. Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017

Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum 21. og 22. oktober 2017, sum Ægir skipaði fyri. Hartil nakrar útvaldar myndir.

Tilsamans vóru tey 131 svimjarar úr øllum teimum 6 virknu svimjifeløgunum í Føroyum, sum kappaðust tilsamans 845 ferðir sum einstaklingar og 64 ferðir sum lið, í 40 greinum.  Continue reading Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017